Dagstovnurin Sólareygað

Undir Brúnni 23
100 Tórshavn
Tel. 28 71 50 / 30 24 30

Dagstovnaleiðari: Mirjam Johannesen
Tel. 28 71 50
mirjamj@torshavn.fo

Lurta

Dagstovnurin Sólareygað

Dagstovnurin Sólareygað liggur so at siga uttan fyri bygt øki, men er kortini sera lættur og skjótur at koma til, tí hann liggur beint við Ringvegin við sera góðum parkeringsmøguleikum.

Stovnurin liggur mitt úti í vøkru náttúruni. Okkara nærmasti granni er ein vøkur á, nøkur smá summarhús og so bóndin á Vatnaskørðum. Garðurin hjá okkum er stórur, og her eru avbera nógvir møguleikar at spæla.

Vit hava býtt stovnin í fimm eindir. Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og eina Pisu-stovu, sum er fyri tey seks ára gomlu.

Stovnurin hevur stór ljós rúm, og vindeyguni eru øll í barnahædd.



Um Dagstovnin Sólareygað
Upplatingartíðir

Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30  til kl. 17.

Samband

Dagstovnaleiðari

Mirjam Johannesen
Tel. 28 71 50
mirjamj@torshavn.fo

Glæman (vøggustova)

Tel. 28 71 20

Glottin (barnagarðsstova)

Tel. 28 71 30

Strálan vVøggustova)

Tel. 28 71 40

Ljósið (barnagarðsstova)

Tel. 28 71 60

                       

Pisu-stovan (seks-ára stova)

Tel. 28 51 46

Afturlatingardagar í 2022
  • Allar vanligar halgidagar og serstakar merkisdagar – stovnurin stongdur
  • Skírhósdag til 2. páskadag 14. – 18. apríl – stovnurin stongdur
  • Flaggdagin 25. apríl – stovnurin stongdur
  • Dýra biðidag 13. mai – stovnurin stongdur
  • Kristi himmalsferðardag 26. mai – stovnurin stongdur
  • Grundlógardag 5. juni ­– stovnurin stongdur frá kl. 12
  • Summarfrítíð vika 29, 30 og 31 – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Ólavsøkuaftan 28. juli – stovnurin opin til kl. 12
  • Ólavsøkudag 29. juli – stovnurin stongdur
  • Jólafrítíð 24. desember 2022 – 1. januar 2023 – stovnurin stongdur
  • Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð í seinasta lagi seks vikur frammanundan

SAMANLAGT VIRKSEMI

Samanlagt virksemi vil siga, at dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu leggja sítt virksemi saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðartíðini.

Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum í summarfrítíðini, tá stovnarnir annars eru stongdir.

FREISTIR AT BIÐJA UM PLÁSS Í SAMANLØGDUM VIRKSEMI:

Summarfrítíð 2022: 1. juni 2022

Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.

Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, kanst tú kunna teg nærri og søkja her:

Samanlagt virksemi í frítíðarskeiðum

Vitja okkum

Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum.

Ring til Mirjam Johannesen á tel. 28 71 50 ella send ein teldupost til mirjamj@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.

Matur og drekka

Vit vilja fegin, at børnini eta morgunmat heima saman við familjuni og koma mett og væl sett á stovnin.

Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag. Kortini kann koma fyri, at stovurnar velja at hava kalt borð, men hesum boða vit frá nakrar dagar frammanundan.

Vit bjóða mjólk aftur við matpakkanum.

Somuleiðis skulu børnini hava frukt við til morgunsamlingina. Tey skulu hava umleið tríggjar fruktir við um vikuna. Tit fáa nærri boð um hetta.

Dagstovnurin bjóðar millummála, og vit leggja dent á, at millummálin skal vera heilsugóður.

Sukurfríur stovnur

Her á Sólareyganum stremba vit eftir at vera ein sukurfríur stovnur, og vit leggja okkum eftir at geva børnunum heilsugóðan kost.

Heldur enn at geva børnunum fruktjogurt, bjóða vit teimum óblandað jogurt við frukt. Til bakstur brúka vit nógv grovkjarnutilfar.

Foreldur ráða yvir innihaldinum í matpakkanum, men vit mæla til, at maturin er heilsugóður við nóg mikið av føðsluevnum, soleiðis at barnið fær tað, sum tað skal hava.

Vit læra børnini borðsið og at vaska hendur, áðrenn tey fara til borðs.

Føðingardagar

Um tit sum foreldur kundu hugsað tykkum at hildið føðingardagin hjá barninum á stovninum, heita vit á tykkum um at bjóða okkurt heilsugott í staðin fyri køkur og góðgæti.

Tilvitaði matarpolitikkurin hjá Sólareyganum røkkur longri enn til dagliga millummálan og ber somuleiðis brá av einum broyttum hugburði á øðrum økjum. Eitt nú kann nevnast, at jólamaðurin ikki gevur barninum góðgæti. Í staðin kemur jólamaðurin við eini persónligari, viðkomandi og gevandi heilsan til tað einstaka barnið.

Ein góð uppliving smakkar eisini væl. Hon hitar sálina og varir nógv longri enn til dømis ein sleikisneis.

Hugburður okkara er, at vit skulu fylla sinn og sál hjá børnunum við góðum og gevandi upplivingum, og vit vita, at hugnaløtur ikki nýtast at smakka av sukri.

Trygdarskeið

Vit royna at bera so í bandi, at øll starvsfólk hava galdandi brandskeið og fyrstuhjálparskeið.

Av tí, at starvsfólkahópurin broytist, er ymiskt, nær starvsfólkini fara á skeið.

Vit gera brandroyndir gjøgnum árið, soleiðis at vit starvsfólk vita júst, hvussu vit skulu bera okkum at, um eldur er í.

Onnur tilbúgving

Umframt tilbúgving í sambandi við eldsbruna, hava vit aðrar tilbúgvingar. Hesar eru til dømis:

  • Børn og sundurlisin foreldur
  • Familja merkt av vanlukku, sorg, rúsdrekkamisnýtslu, sálarsjúku, vansorgan ella harðskapi

Vit hava hesar tilbúgvingar, sum eisini merkir, at vit loyva okkum at taka hesi evni upp saman við foreldrum, um vit gerast varug við ein av hesum trupulleikunum.

Verða foreldur til dømis sundurlisin, vísa vit foreldrunum á, hvørja tilbúgving vit hava, soleiðis at barnið kann fáa neyðugu hjálpina og stuðulin. Vit tosa somuleiðis við sundurlisnu foreldrini um, hvussu vit skulu gera, fyri at bæði foreldur verða kunnað um alt tað, sum gongur fyri seg á stovninum.

Foreldraráð

Vit skipa foreldraráðið fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.

Sum limur í foreldraráðnum kanst tú gera títt fyri, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært ávirkan og innlit í gerandisdagin á stovninum og í námsfrøðiliga leistin. Sum limur í foreldraráðnum ert tú eisini hugskotsgevi og ert við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum.

Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Sí á korti

Námsfrøðiligur leistur
Soleiðis arbeiða vit

DAGLIG MÓTTØKA

Tað hevur stóran týdning fyri okkum at taka væl ímóti barninum.

Fyri summi børn er týdningarmikið at koma frá foreldrunum og beint inn í ein favn hjá einum starvsfólki. Fyri onnur er nóg mikið, at starvsfólkini bara síggja barnið og siga góðan morgun. Fyri summi er týdningarmikið, at starvsfólkini vísa barninum á spælimøguleikar og spælivinir, soleiðis at tað gerst lættari at siga farvæl.

Vit starvsfólk gera so frægt, sum gjørligt, júst tað, ið tykkara barn hevur tørv á. Okkara starvsfólk hava hollar royndir innan økið og duga at lesa tørvin hjá tí einstaka barninum. Vit ynskja at hava gott samskifti við foreldrini, soleiðis at báðir partar eru nøgdir við, hvussu vit taka ímóti júst tykkara barni.

NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ

  • Okkara grundsjónarmið er, at hvørt einstakt menniskja hevur rætt til at verða sætt, hoyrt og viðurkent fyri júst tað, tað er. Hvørt einstakt menniskja skal kenna seg virðismikið
  • Vit hugsa, at øll børn og vaksin hava rætt til at verða møtt við einum smíli og við eini jaligari væntan
  • Starvsfólkini hava ábyrgdina av at skapa eitt gott samband og at skapa hóskandi karmar, soleiðis at barnið kann uppliva jaligar, gevandi og mennandi relatiónir
  • Ábyrgdin fyri eini truplari og neiligari atferð hjá barninum liggur hjá tí vaksna, tí tað er tann vaksni, sum hevur evstu ábyrgd av at skapa best hóskandi karmarnar fyri barnið. Er atferðin onkursvegna neilig, eru tað vit starvsfólk, sum skulu finna ein jaligan menningarmøguleika fyri barnið
  • Námsfrøðingarnir í Sólareyganum hava holla vitan um menningina og menningarmøguleikarnar hjá barninum og kunnu tískil leggja eina góða námsfrøðiliga ætlan fyri barnið

Vit hava fokus á tey sjey menningarøkini, sum er álagt øllum dagstovnum. Fyri at tryggja okkum, at vit arbeiða við øllum menningarøkjunum gjøgnum eitt ár, velja vit at leggja dent eitt øki í senn. Tí sær gongdin soleiðis út:

  • Januar – februar. Vit leggja dent á:
    Mentanarlig virði
  • Mars – apríl. Vit leggja dent á:
    Málsliga menning
  • Mai – juli. Vit leggja dent á:
    Børn og náttúru
  • August – september. Vit leggja dent á:
    Sosialar førleikar
  • Oktober – november. Vit leggja dent á:
    Persónliga menning
  • Desember. Vit leggja dent á:
    Skapandi evnir

Vit hava valt, at sjeynda økið Kroppur og rørsla skulu vit leggja dent á alt árið. Hetta merkir í roynd og veru, at tá vit til dømis eru í mars-apríl, leggja vit serligan dent á málsligu menningina sum heild. Tískil arbeiða vit tá miðvíst við til dømis rím og ramsum, at spæla sjónleik, finna orð, finna hugtøk, klippa, lakka og klappa orð.

Samstundis sum vit arbeiða miðvíst við tí málsliga, halda vit kortini áfram at arbeiða við tí, sum vit plaga; nevniliga øllum tí, sum vit meta vera týdningarmikið fyri menningina hjá barninum.

Vit vita jú, at óansæð hvat vit gera, so menna vit barnið á øllum økjum hvønn einasta dag í øllum tí, sum vit gera. Til dømis, tá vit arbeiða við at leita eftir hugtøkum, menna vit:

  • Evnini hjá barninum í sambandi við kropp og rørslu (tí barnið skal ganga og leita)
  • Evnini hjá barninum í sambandi við skapandi evnir (tí barnið skal brúka hugflogið)
  • Barnið persónliga (tí vit geva tí meira vitan)
  • Sosiala førleikan hjá barninum (tí barnið, í samveruni við hini børnini, skal duga at brúka hugtøkini)
  • Fatanina hjá barninum av náttúruni (tí vit leita eftir hugtøkunum úti í náttúruni)

Í Sólareyganum siga vit tískil, at hóast vit hava serligt fokus á eitt øki í senn, so menna vit barnið á øllum økjum alt árið.

VIT ERU EIN HEILSU- OG RØRSLUSTOVNUR

  • Vit leggja stóran dent á heilsugóðan kost og á rørslu
  • Vit trúgva, at tey børn, sum eru væl fyri kropsliga, fáa tað lættari bæði í barnabólkinum, úti í fría spælinum, í borðspølum, í sangløtum, tá tey skulu hugsavna seg, tá tey skulu sita still, tá tey skulu skunda sær, tá tey skulu lata seg í, tá tey skulu sova og mongum øðrum
  • Vit vita, at tey børn, sum lættliga fáa svimbul, til dømis skulu fáa nakrar lufttúrar, venda pannukaku ella fáa ein rundtúr í heingikoyggjuni
  • Vit vita eisini, at tey børn, sum ikki hava integreraða sansaskipan, skulu stoyta liðir við massasju, við at hoppa, hála, dragsa og toga
  • Vit vita, at fleiri børn hava tørv á einum eyka skumpi til fyrimunar fyri motorikkin

Øllum hesum arbeiða vit miðvíst við í okkara dagliga arbeiði.

INNKOYRING

Fyri at barnið skal fáa eina góða byrjan á dagstovninum, hevur tað stóran týdning, at foreldrini geva sær góðar stundir, tá barnið byrjar á stovninum.

Tá barnið byrjar, fáa foreldrini eitt vælkomubræv, har vit greiða frá, hvussu innkoyringin gongur fyri seg.

Fyri innkoyringina er týdningarmikið, at foreldrini eru við barninum fyrstu vikuna, men at tey so líðandi fara frá barninum eina løtu í senn.

Fyri okkum starvsfólk er sera týdningarmikið, at foreldrini kenna seg væl og kenna seg vælkomin á stovninum. Vit meta, at tá foreldrini hava fylgt okkum eina tíð og gerast trygg við okkum, er lættari hjá foreldrunum at lata børnini í okkara hendur og gerast trygg við okkum.

Tað er umráðandi, at foreldrini siga farvæl, soleiðis at barnið veit, at tey fara avstað. Veit barnið ikki, at foreldrið fer frá tí, gerst barnið ótrygt. Saman finna vit ein máta at siga farvæl, sum hóskar til tykkum.

Eftir tríggjar mánaðir bjóða vit foreldrunum til ein fund. Tá tosa vit um, hvussu innkoyringin hevur gingið, og hvussu vit skulu bera okkum at frameftir, soleiðis at barnið kennir seg trygt.


VIT HUGSA UM UMHVØRVIÐ

Vit hava valt at leggja dent á umhvørvið. Í hesum sambandi hava vit valt at gera nøkur átøk fyri at verja umhvørvið.

Málið er at nýta minni plastikk, og tað ber við sær, at:

  • Øll børnini fáa hvør sín ryggsekk til skitin klæðir. Hesin ryggsekkur skal so ferðast ímillum stovn og heim

  • Vit hava tikið bláu plastikkskógvarnar burtur og biðja í staðin okkara gestir um at lata seg úr skónum, tá tey koma inn til okkara

Vit vilja læra børnini í Sólareyganum, at vit jú bara hava jørðina til láns frá okkara forfedrum og mugu tí varðveita hana væl til okkara børn.

TEKN TIL TALU

Av tí, at vit ásanna, at vit við jøvnum millumbilum hava børn, sum hava tørv á teknum fyri rættiliga at skilja tað, vit siga, hava vit valt at brúka amboðið Tekn til Talu sum ískoyti til tað føroyska málið.

Fyri at tað skal verða lættari og natúrligari hjá okkum at brúka hendurnar, arbeiða vit fyri, at øll børnini á stovninum skulu vita eitt sindur um Tekn til Talu.

Í hesum sambandi læra vit okkum nýggjar reglur hvørja viku, og hesar reglurnar heingja vit upp við allar inngongdir. Hetta gera vit við vón um, at foreldur eisini taka væl ímóti átakinum og spakuliga sjálvi fara at brúka hendurnar eitt sindur í samskiftinum.

UPPLIVINGAR

Vit leggja dent á, at børnini fáa nógvar góðar upplivingar, meðan tey eru á stovninum. Vit skipa fyri størri og meira skipaðum tiltøkum, men leggja eisini dent á tey smærru tiltøkini, so sum ein lítlan túr út um garðin at spæla við vatn í ánni, at spæla krógva og blunda í garðinum og at finna okkum góð spælistøð í og uttan fyri stovnin.

Tá vit meta upplivingina at megna okkurt vera sera týdningarmikla, leggja vit dent á at geva børnunum avbjóðingar, ið hóskar til teirra aldur. Hetta gera vit við atliti at teirra egna menningarstøði.

 

TILTØK

Garðdagur

Garðdagurin er vanliga í august mánaða og gevur millum annað nýggjum foreldrum høvi til at heilsa upp á hvønn annan.

Foreldur og systkin verða boðin við. Hetta er ein hugnadagur. Vit tendra okkara stóru grillir og gera eina góða salat. Familjurnar koma við tí, sum tey hava hug at grilla.

Eisini skipa vit fyri ymiskum kappingum og undirhaldi. Vit leggja sostatt dent á hugna og at stuttleika okkum saman.

Felags morgunmatur

Vit hava ofta morgunmat fyri foreldrum og børnum, og hetta er nakað, sum bæði børn og vaksin eru glað fyri.

Til slík tiltøk koma foreldrini at kenna onnur foreldur betur, og vit meta hetta styrkja foreldrasamstarvið.

Útferðir

Hvørt ár móti sumri fara vit útferðir við børnunum. Summi fara til Nólsoyar, onnur fara út í Havnadal og onnur fara beint út um garðin.

Eyðkenni fyri hesar útferðir er, at tær laga seg eftir aldursbólkinum og menningarstignum, sum bólkurin er á.

 

NÁMSFRØÐILESANDI

Viðhvørt hava vit námsfrøðilesandi í starvsvenjing. Tey koma sum oftast frá Fróðskaparsetri Føroya ella úr skúla í Danmark.

Hesi koma inn á eina stovu aftur at teimum føstu starvsfólkunum. Hetta kunna vit tykkum altíð um á boðtalvuni í gongini.

Hvørji eru vit?

Á dagstovninum starvast 20 starvsfólk.

ForeldraGluggin
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu.

Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi og verður brúkt til samskifti millum foreldur og dagstovn. Í ForeldraGlugganum kallar stovnurin til dømis inn til foreldraviðtalur og kunnar um gerandisdagin, og tað er somuleiðis her, tú boðar frá feriu:

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá børnunum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu senda boð sínámillum
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa trygga atgongd til myndir og filmsbrot av barninum

Appin er royndarkoyrd á úrvaldum stovnum, og nú verður fyrsta verkætlanarstig so líðandi sett í verk á øllum dagstovnum í kommununi.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 aldunum í fjør, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvar ein skjótan og tryggan samskiftisfarveg, sum er felags fyri alt dagstovnaøkið: boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin verður tó ikki bara settur í verk fyri at geva stovnum ein farveg til bráðfeingisboð og tilmæli til foreldur. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, sum millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er ForeldraGluggin, soleiðis sum orðið leggur upp til, ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann ofta stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum og greiða frá hendingunum í einum degi á stovni. Og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnum sínum.

Higartil hava dagstovnar havt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum í gongini fyri at kunna foreldur um virksemið á stovninum. Dagstovnarnir hava eisini brúkt gott gamalt munnligt samskifti. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.

Taka vit hesa skipanina til okkum og læra okkum at brúka hana miðvíst, so bæði skipar og tryggjar hon samskiftið fyri okkum og kann samstundis vera við til at tryggja trivnaðin og sambandið millum foreldur og barn.

Hvussu stovni eg ForeldraGluggan?

Soleiðis gert tú, um tú frammanundan hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini

Hevur tú frammanundan skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í BARN-skipanini, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Í teldupostinum stendur:

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum

Fyri at kunna rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, fært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður ForeldraGluggin tikin niður á tína telefon.

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

Soleiðis gert tú, um tú ikki hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini, ella um tú ikki fært teldupost frá stovninum

1. Stovna teg sum brúkara

Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í bókingarskipanini BARN. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara.

Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN her:

RITA INN Í BARN-SKIPANINA

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Tá tú hevur ritað inn í BARN-skipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum egna navni. Hevur tú foreldramyndugleikan yvir barninum, eigur tú at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan« í høgra bredda niðanfyri á síðuni:

Her skalt tú:

  • velja eitt brúkaranavn
  • velja eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, sum verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.

Tá tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn.

SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferðina, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.


Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.

Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at fara útferðir
  • svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið, sambært munnligari avtalu, kann avheintast av øðrum

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og video alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú biðin um at upplýsa:

  • tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna
Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál.

Tú mást somuleiðis ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá:

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni


3. trýst á »Frí og frítíð«


4. syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur


5. Vel fyrsta og seinasta dag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni

So er frítíðin skrásett. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í teigin niðast. Minst til at trýsta á flugubeinið, tá tú ert liðug.

Hvar samskifta vit um hvat?

UPPSLØG

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð, áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.


BOÐ

Undir Boð sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at gera avtalu um eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.


ÁLMANAKKI

Í álmanakkanum sært tú millum annað tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.


MYNDASAVN

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.

Eg síggi ikki mítt barn í ForeldraGlugganum

Títt barn verður stovnað sjálvvirkið í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið.

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum kanst tú:

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Hevur tú aðrar spurningar um ForeldraGluggan?

Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetur ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini lesa brúkaratreytirnar.

TEMA - ForeldraGluggin

Dagligt samskifti
Heimasíða

Tú kanst kunna teg nærri um dagstovnin Sólareygað á heimasíðu okkara.

Vit brúka heimasíðuna til at kunna tykkum um felags tiltøk, um okkara námsætlan, okkara virðisgrundarlag og annað, sum myndar okkum sum stovn.

Hvør stova hevur sítt leinki, har tær hvør sær leggja kunning út um stovuna. Vit hava eisini eitt myndasavn, sum skal geva tykkum foreldrum innlit í gerandisdagin á stovninum og stovunum.

Heimasíðan hjá Sólareyganum

Facebook

Vit hava eina Facebooksíðu, sum kallast "Dagstovnurin Sólareygað". Hesa síðu brúka vit fyrst og fremst til her-og-nú-kunning og til at lýsa her-og-nú-støður.

Her-og-nú-støður vísa vit foreldrunum við at taka støðumyndir av tí, sum stovan, børnini, stovnurin ella einstaka barnið ger her og nú.

Av tí, at Facebook eigur rættin til allar myndir, velja vit kortini ikki at taka myndir, har tit síggja andlitið á barninum. Støðumyndirnar vísa bert rygg, hendur ella føtur, sum kortini lýsa støðuna væl.

Boðtalva og dagbók

Vit kunna eisini foreldur um gerandisdagin hjá barninum við at skriva dagbók ella skriva á talvuna úti í gongini.

Vit heita á foreldur um at geva sær stundir at lesa dagbókina og boðini, sum vit heingja upp í gongini.

Eftirlit og dygd
Námsfrøðilig dygd

Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.

Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.

Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.

Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri einari kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Seinasta trygdareftirlit fór fram í 2018. Næsta eftirlitið verður í 2021.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss á stovninum

Dagstovnurin Sólareygað hevur pláss fyri 26 vøggustovubørnum og 50 barnagarðsbørnum á fimm stovum.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Bóka pláss

Tú nýtir talgildu bókingarskipanina BARN, tá tú skalt bóka dagstovnapláss.

Fyri at nýta bókingarskipanina, skalt tú rita inn við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her:

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Bókingarskipanin er somuleiðis knýtt at postskipanini MínBoks. Tú fært atgongd til tína MínBoks, tá tú hevur fingið Samleikan.

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta bókingarskipanina BARN, kanst tú fylla umsóknarblaðið niðanfyri út og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Tórshavn. Tú noyðist tá at vera til staðar í Snarskivuni, meðan skipanin leitar eftir stovnsplássi fyri teg. Finnur skipanin hóskandi pláss, mást tú taka av stovnsplássinum og vátta beinanvegin. Orsøkin er, at eitt pláss, sum er tøkt, kann verða bókað hvørja løtu av foreldrum, sum sjálvi bóka pláss í skipanini.

Bóka pláss

Umsókn um pláss á dagstovni

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:

Upptøkureglur

Dagstovnagjøld

Gjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:

Dagstovnagjøld

Frípláss

Sum foreldur kunnu tit søkja um fíggjarligt frípláss til barnið.

Hvørt frípláss verður játtað, og hvussu nógv verður játtað, veldst um tykkara inntøku. Tú kanst kunna teg nærri á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp stovnspláss