Lurta

Ráðgeving um trivnað og menning hjá tínum barni

Heldur tú, at títt barn ikki trívist á sínum dagstovni, skalt tú í fyrstu atløgu tosa við námsfrøðingarnar og dagstovnaleiðaran.

Í summum førum ber til at ráðføra seg við teir serfrøðingar, sum eru knýttir at dagstovninum hjá tínum barni. Hetta kann til dømis vera ráðiligt, um barnið hevur trupult við at læra ella skilja mál, ella um barnið hevur trupulleikar við at nýta kroppin.

Eisini kunnu tú og starvsfólkini fáa ráðgeving um, hvussu tit best stuðla upp undir trivnaðin og menningina hjá tínum barni, bæði tá tað er í dagstovni og við hús.

Samskiftið við serfrøðingarnar er kortini altíð nakað, sum stovnsleiðarin og námsfrøðingarnir taka stig til. Tað vil siga, at tú altíð mást venda tær til dagstovnin, sum síðan tekur neyðugu stigini.

Finn dagstovn



Mítt barn trívist ikki á sínum dagstovni
Tosa við tey, sum eru um barnið dagliga

TOSA VIÐ NÁMSFRØÐINGARNAR

Upplivir tú, at títt barn ikki trívist, skalt tú fyrst og fremst tosa við námsfrøðingarnar, sum dagliga eru um barnið.

TOSA VIÐ DAGSTOVNALEIÐARAN

Tørvar tær meira hjálp, kanst tú venda tær til dagstovnaleiðaran. Dagstovnaleiðarin syrgir fyri at seta seg í samband við viðkomandi serfrøðingarnar, er tørvur á tí.

TOSA VIÐ EINDARLEIÐARAN

Hevur tú longu tosað við dagstovnaleiðaran, og heldur tú framvegis, at tær tørvar hjálp, kanst tú eisini venda tær til eindarleiðaran. Spyr dagstovnaleiðaran um sambandsupplýsingarnar hjá eindarleiðaranum.

SAMBAND

Telefonnummar og teldupost hjá dagstovnaleiðaranum finnur á heimasíðuni hjá dagstovninum. Ynskir tú at seta teg í samband við eindarleiðaran, skalt tú biðja dagstovnaleiðaran um sambandsupplýsingarnar hjá viðkomandi.

Finn dagstovn

Eg havi tørv á meira hjálp

Hevur tú tosað við dagstovnaleiðaran og eindarleiðaran, og tørvar tær framvegis hjálp, kanst tú venda tær til Barna- og ungdómsdeildina í kommununi. Kortini er umráðandi, at tú tosar við dagstovnaleiðaran og eindarleiðaran, áðrenn tú vendir tær til Barna- og ungdómsdeildina.

Tú fært fatur á Barna- og ungdómsdeildini við at ringja til Snarskivuna á tel. 30 20 10 ella senda teldupost til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva »Til Barna- og ungdómsdeildina« í evnisteigin.

Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin

Niels Finsens gøta 31, 100 Tórshavn

Les um Barna- og ungdómsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15