Lurta

Pláss í samanløgdum virksemi fyri dagstovnar

Gongur títt barn á dagstovni í Tórshavnar kommunu, og ynskir tú dagstovnapláss frá 17. juli til 4. august 2023, tá dagstovnarnir annars eru stongdir, kanst tú skriva barnið upp til samanlagt virksemi niðanfyri.

Freistin at biðja um pláss er mánadagin 26. juni 2023. Vit boða frá seinni, hvør stovnur er opin.

Tilmeldingin er bindandi. Tað er týdningarmikið, at barn títt møtir teir dagar, tú hevur fráboðað. Barnið er tilmeldað, tá tú hevur fingið váttan við telduposti um, at títt barn er skrásett.

Barn og dagstovn
Foreldur
Vel dagar
Tað er umráðandi, at barnið møtir teir dagar, sum eru fráboðaðir.