Lurta
Til lesiveik

Samanlagt virksemi í frítíðartíð á dagstovni

Hevur tú tørv á dagstovnaplássi í summarfrítíðini, tá dagstovnarnir eru stongdir, kanst tú fáa pláss á einum dagstovni, sum er opin í frítíðini.

Í Tórshavnar kommunu leggja dagstovnarnir virksemið saman í summarfrítíðini, soleiðis at minst ein dagstovnur er opin.

Øll børn í barnagarðsaldri eru vælkomin at nýta tilboðið. Fyri at nýta tilboðið, skalt tú skráseta títt barn sambært leiðbeiningini niðanfyri.

Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, skalt tú søkja um hetta.   

Tú kanst fylla umsóknina niðanfyri út og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um samanlagd virksemi í summarfrítíðini" í evnisteigin.

Eg havi tørv á samanløgdum virksemi í summarfrítíðini

Niðanfyri kanst tú kunna teg um, hvussu samanlagda virksemið er skipað og hvussu, tú meldar títt barn til.



Soleiðis søkir tú um pláss
Hvussu søki eg?

Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, skalt tú søkja um hetta við at klikkja á leinki niðanfyri.

Eg havi tørv á samanløgdum virksemi í summarfrítíðini

Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Snarskivuna á tel. 30 20 10.

Tilmeldingin er bindandi – sig frá, um tú ikki hevur tørv á plássinum

Tilmeldingin til dagstovnapláss í frítíðartíð er bindandi. Er títt barn meldað til, men hevur ikki tørv á plássinum kortini, skalt tú skjótast gjørligt venda tær til dagstovnaleiðaran hjá barninum.

Er samanlagda virksemið byrjað, skalt tú venda tær til leiðaran á stovninum, har samanlagda virksemið fer fram. Navn og telefonnummar hevur tú fingið frá leiðaranum á dagstovninum hjá tínum barni.

Bráðfeingis tørvur á plássi

Hevur tú bráðfeingis tørv á plássi, eftir at tilmeldingarfreistin er farin, skalt tú senda eina skrivliga umsókn um pláss í samanlagda virkseminum til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva "Bráðfeingis tørvur / Barna- og ungdómsdeildin" í evnisteigin.

Í umsóknini skalt tú greiða frá, hvør bráðfeingisstøðan er og grundgeva fyri tín brádliga íkomna tørv á plássi. Tórshavnar kommuna svarar tær aftur skrivliga.

Soleiðis er samanlagda virksemið skipað
Samanlagda virksemið í 2020

Samanlagda dagstovnavirksemið gongur fyri seg í hesum tíðarskeiðum í 2020:

  • Í summarfrítíðini í viku 29, 30 og 31

Tá tað stundar til, at samanlagda virksemið skal byrja, kunnar dagstovnaleiðarin teg um, hvat tú skalt hava í huga, tá títt barn byrjar í samanlagda virkseminum. Tú fært millum annað at vita, hvørji starvsfólk frá dagstovninum verða til staðar í samanlagda virkseminum.

Freistir at søkja um stovnspláss í frítíðartíðini

Tú finnur tilmeldingarfreistirnar á heimasíðuni hjá kommununi og á heimasíðuni hjá dagstovninum, títt barn vanliga gongur í.

Heimasíðuna hjá stovninum finnur tú niðanfyri.

Finn dagstovn.

Ein mánaða fyri tilmeldingarfreistina festa allir dagstovnar í kommununi eitt uppslag um tilmelding og freist á kunningarveggin í dagstovninum. Hetta er fyri at minna foreldur á tilmeldingina.

Gev gætur, at tað er tín egna ábyrgd sum foreldur at melda til samanlagda virksemið rættstundis.

Hvussu síggi eg, hvør stovnur er opin í frítíðartíðini?

Hevur tú meldað títt barn til samanlagt virksemi, kunna vit teg um, hvør stovnur er opin, tá tilmeldingarfreistin er farin. Hesa kunning fært tú frá leiðaranum á dagstovninum hjá tínum barni.

Hvussu leingi er tilmeldingin opin?

Tilmeldingin er opin í minsta lagi fýra vikur. Eftir tilmeldingarfreistina letur tilmeldingin aftur, og stovnsleiðarar fáa tá stundir til at fyrireika starvsfólk og virksemi, áðrenn samanlagda virksemið letur upp.

Nær fái eg kunning um samanlagda virksemið, sum mítt barn er meldað til?

Tá tað stundar til samanlagda virksemið, fært tú nærri upplýsingar um, hvat tú skalt hava í huga. Tú fært millum annað at vita, hvørji starvsfólk frá dagstovninum verða til staðar í samanlagda virkseminum.

Kunningina fært tú frá leiðaranum á dagstovninum hjá tínum barni.