Lurta

Søk um frípláss til dagstovn

Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnapláss og frítíðarskúlapláss. Hetta verður rópt fyri frípláss. Tú noyðist at fáa pláss á einum dagstovni ella frítíðarskúla, áðrenn tú kanst søkja um frípláss.

Freistin at søkja um fíggjarligt frípláss er 1. juli á hvørjum ári.

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum. Tá tú hevur søkt, fært tú eina kvittan í MínBoks.

Søk um frípláss á Vanganum

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)



Soleiðis søkir tú um frípláss
Hvat skal eg hava tøkt?

Tá tú søkir um fíggjarligt frípláss, skalt tú viðfesta tvey yvirlit frá TAKS:

  • yvirlit yvir tínar inntøkur í inniverandi ári
  • yvirlit yvir tínar inntøkur í fjør

Tað er umráðandi, at yvirlitini vísa einstøku postarnar og samlaðu inntøkuna.

Soleiðis kanst tú fáa fatur á yvirlitunum:

  • rita inn á borgaragluggan hjá TAKS á heimasíðuni hjá TAKS
  • vel spjaldrið »Løn«
  • vel røttu tíðarskeiðini (fyri í fjør og í ár) og trýst á »skriva út« ovast í høgra bredda
  • goym útskriftirnar sum PDF og viðfest tær í tínari umsókn um frípláss

Hava tú ella maki tín eyka inntøkur aftrat lønarinntøkunum, skalt tú viðfesta skjalprógv fyri eykainntøkurnar. Eykainntøkur kunnu til dømis vera inntøkur frá útleigan av íbúð, inntøkur frá virðisbrøvum ella inntøkur, ið ikki eru skattskyldugar í Føroyum. Tú hevur skyldu til at kunna okkum um tílíkar inntøkur.

Fyri at søkja á Vanganum skalt tú harafturat hava fingið tær Samleikan, so tú fært ritað inn í skipanina. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her:

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Heimasíðan hjá TAKS (taks.fo)

Soleiðis søkir tú

Tú kanst søkja um frípláss á Vanganum. Tú ritar inn á Vangan við tínum Samleika.

Søk um frípláss á Vanganum

Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja hann her:

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Hvussu rokni eg fríplássupphæddina?

Hvussu stórt ískoyti, tú kanst fáa, veldst um inntøkurnar í húskinum. Á inntøkustiganum fyri frípláss sært tú, hvussu stóran part tú sjálv skalt rinda, og hvussu stóran part landið rindar. Fyri at rokna fríplássupphæddina skalt tú sostatt bara vita samlaðu inntøkuna hjá tær og tínum maka, umframt galdandi dagstovnagjøldini.

Inntøkustigi fyri frípláss (av.fo)

Dagstovnagjøld

Skal eg bóka dagstovnapláss, áðrenn eg søki?

Vit kunnu í fyrsta lagi játta tær frípláss, tá tú hevur fingið pláss á einum dagstovni. Skriva barnið upp á bíðilista í plássskipanini her:

Skriva upp til dagstovnapláss

Tú fært fríplássískoytið, tá títt barn er byrjað á stovni. Gev gætur, at tað ber ikki til at søkja um frípláss afturvirkandi.

Eg eri sjálvstøðugt vinnurekandi

Eru tú ella maki tín sjálvstøðugt vinnurekandi, skalt tú viðhefta forskotsuppgerðina hjá tann av tykkum, sum er sjálvstøðugt vinnurekandi.

Mítt ALS-gjald er ikki játtað enn

Er tín umsókn um arbeiðsloysisstuðul ikki liðugt viðgjørd, er frægast, at tú viðmerkir navnið á tínum málsviðgera í ALS, og at tú gevur okkum loyvi til at seta okkum í samband við viðkomandi. Hetta kanst tú skriva í viðmerkingarteigin á Vanganum, tá tú søkir um frípláss.

Soleiðis er skjótari hjá okkum at fáa yvirlit yvir samlaðu inntøkurnar í tínum húski og rokna títt fíggjarliga frípláss út.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo ella lata skjalið inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um frípláss til dagstovn«.

Søk um frípláss

Um frípláss
Hvussu verður fríplássupphæddin útgoldin?

Játta vit tær heilt ella partvíst frípláss, minkar títt egingjald samsvarandi. Tá vit hava játtað tær frípláss, fært tú teldupost frá kommununi, har vit boða tær frá, hvussu stórt títt fíggjarliga frípláss er.

Fríplássið verður tá mótroknað á rokningunum fyri dagstovnapláss, sum kommunan sendir tær hvønn mánaða.

Hvussu skjótt fái eg fríplássískoytið?

Fríplássískoytið virkar frá tí degi, barnið byrjar á dagstovninum. Hetta er treytað av, at tú hevur latið umsóknina um frípláss inn í seinasta lagi ein mánaða eftir at barnið er byrjað á dagstovninum.

Letur tú umsóknina inn seinni enn ein mánaða eftir byrjanardagin, er fríplássískoytið galdandi frá fyrsta degi í mánaðinum eftir.

Er títt barn til dømis byrjað á dagstovni 1. mars, og tú letur kommuni tína umsókn 25. februar ella 31. mars, so verður ískoytið veitt frá 1. mars. Letur tú hinvegin umsóknina inn seinni enn 31. mars, tekur fríplássið við frá 1. apríl.

Kunnu fríplássið og egingjaldið broytast?

Ja. Títt frípláss og harvið egingjaldið kann broytast frá mánaða til mánaða. Hetta kann koma fyri, um inntøkan hjá tær ella tínum maka broytist meira enn fimm trin á inntøkustiganum fyri frípláss.

Tú hevur skyldu til at boða kommununi frá varandi broytingum í inntøkuviðurskiftum og øðrum viðurskiftum, sum skerja rættin til fíggjarligt frípláss. Hetta er umráðandi, tí kommunan kann javna fíggjarliga fríplássið afturvirkandi til tað mundið, tá viðurskiftini hjá tær broyttust.

Eg eri stakur uppihaldari

Ert tú stakur uppihaldari, hava bara tíni egnu fíggjarviðurskifti ávirkan á, hvussu stórt títt fíggjarliga frípláss er. Inntøkur hjá børnum í húskinum telja ikki við.

Tú kanst síggja inntøkustigan fyri frípláss á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum.

Fyri at kunna roknast sum stakur uppihaldari er ikki nóg mikið, at tú livir einsamøll við barni sambært fólkayvirlitinum. At vera stakur uppihaldari merkir, at tú ikki livir saman við øðrum, hvørki sum sambúgvandi ella gift.

Lønarstigi fyri frípláss (av.fo)

Lógin um barnagjald til stakar uppihaldarar (logir.fo)

Mín inntøka broytist varandi ella er hækkað munandi

Um tín inntøka broytist varandi, ella um hon er farin upp um inntøkumarkið á inntøkustiganum fyri frípláss í tríggjar samanhangandi mánaðir, noyðist tú at søkja frípláss av nýggjum.

Søk um frípláss til dagstovn

Hvat havi eg skyldu til at kunna tykkum um?

Tú hevur skyldu til at kunna okkum um broytingar í húski, hjúnastøðu ella í øðrum viðurskiftum, sum hava týdning fyri títt inntøkugrundarlag. Ein broyting kann til dømis vera, at tú fært ein maka, sum gevur fíggjarligt íkast til húskið.

Kortini hevur tú ikki skyldu til at kunna um tínar egnu inntøkubroytingar uttan so, at talan er um broytingar í inntøkum frá sjálvstøðugum vinnuvirksemi ella um broytingar í inntøkum, sum ikki eru skattskyldugar í Føroyum.

Eftirjavning

Vit eftirmeta títt fríplássískoyti eina ferð um árið. Vit fáa upplýsingar, ársuppgerðir og onnur skjalprógv um tíni fíggjarviðurskifti frá TAKS.

Tá vit eftirjavna, hava vit eisini fyrilit fyri smærri inntøkubroytingum, sum ikki hava kravt eftirjavning árið fyri.

Bakgrundskunning

Frípláss verður roknað eftir inntøkuni hjá húskinum

Inntøkustigin fyri frípláss er grundarlagið undir útrokningini av tínum fríplássískoyti. Her kanst tú síggja útrokningartalvuna, sum vit nýta, tá vit rokna fíggjarligu fríplássini í 2021:

Útrokningartalva fyri frípláss (av.fo)

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15