Er barnið føtt uttan fyri Føroyar, og hevur tað ikki fingið føroyskt p-tal, mást tú fyrst søkja Tórshavnar kommunu um eitt sonevnt TK-tal til barnið, áðrenn tú kanst søkja um dagstovnapláss. TK-talið kann virka fyri p-talið, inntil barnið er skrásett í føroyska fólkayvirlitinum.
Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um TK-tal á Vanganum.
Søk um TK-tal á Vanganum
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja "Umsókn um TK-tal" í evnisteigin.
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.
Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)
Søk um TK-tal
Fyri at søkja um TK-tal til barnið noyðist annað av foreldrunum við foreldramyndugleika yvir barninum at hava føroyskt p-tal. Eru bæði foreldur útlendsk uttan føroyskt p-tal, noyðist í minsta lagi ein tykkara at flyta til Føroyar og útvega sær eitt p-tal fyri at bóka tykkara barni eitt pláss.
Tá tú hevur útvegað barni tínum eitt TK-tal, kanst tú bóka dagstovnapláss niðanfyri.
Bóka pláss á dagstovni