MÓTTØKA
Hvønn dag fara starvsfólk úr frítíðarskúlanum yvir í skúlan eftir børnunum. Har biðja vit øllum góðan dag, og vit rita tey inn við einum serligum innritanarskjali. Vit heilsa upp á lærararnar, og saman við børnunum siga vit teimum takk fyri í dag.
Síðan byrjar dagurin í frítíðarskúlanum. Flestu flokkarnir hava etið matpakka í skúlanum. Forskúlin etur matpakkan í frítíðarskúlanum.
Vit gera nógv burtur úr máltíðini. Vit seta á borðið, áðrenn børnini koma. Børnini sita við smá borð, vit syngja borðvers og leggja stóran dent á góðan borðsið, soleiðis at vit eisini hava høvi at práta um ymiskt við borðið. Eisini leggja vit stóran dent á, at børnini hava heilsugóðan kost við í matpakkanum.
Tey, sum hava etið í skúlanum, fara beina leið til talvuna í Miðrúminum. Har flyta tey sína mynd alt eftir, hvagar tey ynskja at fara. Vit hjálpa eisini børnunum at finna út av, hvat tey hava hug til. Um tey hava hug til at vera í frið eina løtu, hjálpa vit teimum eisini við at skapa rúm fyri hesum.
NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ
Í frítíðarskúlanum eru vit býtt sundur í fleiri toymir. Hvør flokkur er eitt toymi við starvsfólki, sum hoyrir til toymið.
Starvsfólkini í toymunum eru altíð til staðar og nærverandi. Tey eru her fyri at hjálpa, fyri at stuðla og fyri at eggja børnunum til eitthvørt. Tað kann vera at spæla, at gera okkurt handaligt, røra seg, at fara út at njóta útilívið og eisini at vera ein góður vinur. Vit eru eisini her, tá tað gongur børnunum ímóti, til dømis, tá tey leingjast heim.
Í gerandisdegnum stremba vit eftir, at børnini kenna seg sædd og hoyrd, og at tey síggja seg sum ein part av felagsskapinum. Starvsfólkini vita, hvørjum einstaka barnið er upptikið av. Vit práta við børnini og lurta eftir teimum.
Vit hava barnafundir hvønn mánadag. Tá kunnu øll børnini fáa orðið. Barnafundir eru sum oftast í toymunum, men viðhvørt hava vit eisini felags kunningarfund við øllum børnunum.
TILTØK
Tá vit skulu seta okkurt í gongd, brúka vit okkara vitan um, hvørjum børnini eru upptikin av. Hetta kann verða eitt spæl, ein aktivitetur ella ein hugnaløta. Ta vitanina brúka vit eisini ofta, tá vit gera stór tiltøk. Vit hava trý ella fýra stór tiltøk um árið. Hesi tiltøk verða ofta skipað sum temavikur, og temaið er sum oftast sprottið úr tí, sum vit síggja, at børnini eru upptikin av. Tiltøkini kunnu hava heiti, so sum bindiklubbur, Pokémon, hárfríðkan, fótbóltskapping, vælvera og mangt annað.
Vit elska eisini afturvendandi tiltøk og gera nógv burtur úr høgtíðum og mentanardøgum. Vit leggja stóran dent á at hava tað stuttligt, flenna nógv og elska hugnaløtur.
Vit lýsa á talvuni og á heimasíðuni, tá tiltøk eru.
FORELDRASAMSTARV
Vit vilja, at foreldur skulu kenna seg væl í frítíðarskúlanum á Argjahamri. Vit vilja fegin, at foreldur eru forvitin eftir at vita, hvat vit gera, hvussu teirra barn hevur tað hjá okkum, og hvussu barnið trívist. Vit bjóða foreldraviðtalur á vári og heysti og ynskja, at foreldur hava hug til at vitja okkum so ofta, sum til ber.
Vit hava ein foreldrafund um árið.