Hans Andriasargøta 10
100 Tórshavn
Tel. 28 40 50
Leiðari Nanna F. Danberg
Tel. 26 54 05
nannad@torshavn.fo
Hans Andriasargøta 10
100 Tórshavn
Tel. 28 40 50
Leiðari Nanna F. Danberg
Tel. 26 54 05
nannad@torshavn.fo
Í tríggjar vikur hava børnini í Spíranum arbeitt saman í eini verkætlan um sniðgeving av framtíðini. Saman hava tey ímyndað sær og bygt, hvussu heimbýur teirra kundi sæð út í framtíðini.
Verkætlanin fylgdi royndunum frá einum nýggjum verkstovuleisti, ið varð lýstur og viðmældur í granskingarriti, ið kom út í vár.
Attila Tuscher sniðgav og stýrdi verkætlanini í Spíranum. Attila er tvørfakligur granskari og starvsfólk í Spíranum. Hann hevur eina bachelorútbúgvning í samfelagsvísind og eina masterútbúgving í umhvørvisvísind. Áhugi hansara er at kanna, hvussu vit kunnu demokratisera norðurlendska top-down býarveðurlagspolitikkin, eitt nú gjøgnum luttakandi sniðgeving, handverk og vitlíki. Slíkar inndragandi verkætlanir kunnu vera við til at fremja kunnleika um vitlíki og harvið eisini borgarliga umboðan hjá lokalum ungdómi og felagsskapum.
Øll verkætlanin varð bygd á einari stórari plátu úr træ, 1,2m X 1,4m X 2m til støddar. Verkætlanin skuldi taka støði í einari burðardyggari býarframtíð, og tí brúktu børnini mest endurnýtslutilfar og natúrligt tilfar, sum tey funnu nærindis frítíðarskúlan, til dømis ull, steinar, mosa og skeljar.
Tað kravdi nógvar demokratiskar samráðingar at gera av, hvar og hvussu alt skuldi vera. Tey máttu arbeiða seg ígjøgnum veruligar avbjóðingar, sum til dømis tilfeingisnýtslu, og tey brúktu teirra felags hugflog til at skapa søgur, meðan tey arbeiddu uppá býin. Tey skipaðu kortið yvir almenna býarkervið, harímillum skúlar, løgreglustøðir, viðarlundir og biografar, samstundis sum tey hugsaðu um grønar orkuloysnir sum vindmyllur og sólorku og neyðugar tænastur sum internetmastrar.
At geva býnum lív
Í tí næsta stiginum flutti fokusið seg frá yvirskipaðari býarplanlegging til persónliga søguforteljing. Børnini vórðu biðin um at skapa figurar og sermerktar lutir, sum høvdu persónliga týdning fyri tey, sum skuldi vera framtíðarborgararnir í býi teirra. Nógv av børnunum funnu saman um at sniðgeva hesar figurarnar í felag, sum veruliga vísti felags skapanaranda.
Síðani vísti Attila Tuscher fram eina stutta framløgu um eftirgjørt telduvit, betur kent sum AI. Attila byrjaði við geva eitt stutt innlit í, hvat AI er, hvar tað vísir seg í gerandisdegi teirra og hvussu tað kann hjálpa fólki at loysa fløktar býaravbjóðingar. Síðan kundu børnini eisini hyggja at skuggasíðunum við AI: umhvørvisávirkanini, sum til dømis hvussu nógva elorku og vatn hesar skipanirnar veruliga brúka.
Tann handaliga og ítøkiliga tilevningin helt fram í einum lítlum myndastudio, har børnini tóku myndir av sínum figurum. Síðan gingu tey inn og góvu hesum figurunum lív við at brúka AI-tólpallin Google Veo 3.1 og skaptu stuttar 4 til 6 sekundsfilmar grundaðar á sínar egnu hugmyndir. Tað var ikki uttan feilir – viðhvørt gjørdi AI ikki akkurát tað, tey væntaðu, og tað gav teimum eitt gott høvi at royna aftur ella royna aðrar loysnir og samstundis í felag læra um avmarkingarnar við tøknini.
Tann síðsti parturin
Fyri at binda alt saman, brúkti Attila filmsklippitól, eitt nú iMovie, til at seta saman allar tær einstøku AI-animatiónirnar hjá børnunum til eitt samanhangandi filmsbrot um teirra felagsskapta framtíðarbý.
Fyri at hátíðarhalda, at verkætlanin var liðug, skipaðu vit fyri eini samkomu fyri lokalum leiðarum og foreldrum, har børnini við stoltleika sýndu fram teirra felagsskapta bý og høvdu frumsýning av filmsbrotinum yvir kaffi og kaku. Tað var ein góður endi, sum savnaði øll og styrkti felagsskapin kring verkætlanina á ein hugnaligan hátt. Her kundu børnini hugsa aftur um verkætlanina og til dømis tosa um, hvat teimum serliga dámdu at arbeiða við, hvussu teirra hugmyndir um framtíðina kunnu hava broytt seg og hvat tey fingu burturúr upplivingini.
Við at knýta brýr millum handaligt handverk og talgild tól, lærdu tey ikki bara um tilfeingisnýtslu og borgaraskap – tey lærdu eisini at hyggja atfinningarsamt at tøkni sum AI, ið er til staðar allastaðni í sosialum viðurskiftum í dag.