Gundadalsvegur 12
100 Tórshavn
Tel. 22 49 02
Stovnsleiðari: Claus A. Rasmussen
Tel. 22 49 11
clausar@torshavn.fo
Gundadalsvegur 12
100 Tórshavn
Tel. 22 49 02
Stovnsleiðari: Claus A. Rasmussen
Tel. 22 49 11
clausar@torshavn.fo
Í frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini ganga børn úr 1. og 2. flokki í Sankta Frans skúla. Til hvønn flokk eru ábyrgdarpersónar knýttir. Starvsfólkini fara eftir børnunum í skúlanum og fylgja teimum í frítíðarskúla.
Frítíðarskúlin liggur ikki á økinum hjá Sankta Frans skúla. Sostatt ganga vit hvønn dag umleið 1,5 km úr skúlanum yvir í frítíðarskúlan í Badmintonhøllini. Hetta er gott fyri børnini eftir loknan skúladag. Tey fáa møguleika at røra seg og fáa stundir at spæla á veg yvir í frítíðarskúlan. Hetta styðjar eisini upp undir skiftið frá skúla til frítíð.
Vit eru stødd í einum stórum ítróttarøki í Gundadali. Her eru góðir møguleikar at nýta vøllir, svimjihøllina og restina av nærumhvørvinum. Vit hava eitt friðað øki rundan um frítíðarskúlan við fleiri smáttum, og ein á rennur framvið. Vit hava mánabilar, súkklur og mangt annað. Umstøðurnar at røra seg eru góðar, so einstaka barnið hevur góðar møguleikar at menna seg rørsluliga.
Vit hava sera góðar innanduraumstøður. Vit hava til dømis ymisk verkstøð, sum børnini kunnu brúka til at menna síni skapanarevni, vit hava ítróttarhøll, púturúm, dukkukrók, lesikrók, eitt stórt felagsrúm og annað. Alt hetta loyvir børnunum at menna seg á ymiskan hátt, bæði við skipaðum og óskipaðum tiltøkum.
Í frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini leggja vit stóran dent á frælsið og frítíðina hjá barninum, og at tað einstaka barnið sleppur at menna seg. Barnið hjálpir at skapa sín egnan gerandisdag undir tryggum umstøðum og við stuðli frá vegleiðandi vaksnum.
Mánadag til fríggjadag frá kl. 11 til kl. 17.
SAMANLAGT VIRKSEMI
Í páskafrítíðini, í summarfrítíðini og í heystfrítíðini leggja kommunalu frítíðarskúlarnir sítt virksemi saman, soleiðis at ein frítíðarskúli er opin í feriuni. Hetta rópa vit fyri samanlagt virksemi.
Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum, tá frítíðarskúlarnir annars eru stongdir.
Frítíðarskúlarnir hava samanlagt virksemi hesi tíðarskeið í 2023:
FREISTIR AT TEKNA SEG TIL SAMANLAGT VIRKSEMI
Gev gætur, at heldur tú ikki umsóknarfreistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.
Tørvar tær pláss í samanløgdum virksemi, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar.
Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum.
Ring til stovnsleiðaran, Joan Iris Samson, á tel. 28 49 02 fyri at avtala eina vitjan.
Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag. Børnini eta matpakkan annaðhvørt í skúlanum ella í frítíðarskúlanum.
Vit leggja stóran dent á fjølbroyttan og dygdargóðan millummála. Børnini fáa millummála hvønn dag umleið kl. 14.
Vit skipa javnan fyri fyrstuhjálparskeiðum og brandskeiði til okkara starvsfólk. Seinastu skeiðini vórðu hildin í apríl 2021.
Foreldraráðið skipa vit fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.
Sum limur í foreldraráðnum kanst tú gera títt fyri, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært ávirkan og innlit í gerandisdagin á stovninum og í námsfrøðiliga leistin. Sum limur í foreldraráðnum ert tú eisini hugskotsgevi og ert við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum.
Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ
Í frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini leggja vit stóran dent á frælsið og frítíðina hjá barninum, og at barnið undir tryggum karmum er luttekur í at skapa egnan gerandisdag við stuðli frá vegleiðandi vaksnum, sum menna einstaka menniskjað.
ÍTRIV
Vit eru stødd í einum stórum ítróttarøki í Gundadali. Vit hava góðar møguleikar at nýta vøllir, svimjihøll og restina av nærumhvørvinum. Vit hava eitt friðað økið rundan um frítíðarskúlan við fleiri smáttum, og ein á rennir framvið. Vit hava mánabilar, súkklur og mangt annað. Umstøðurnar at røra seg eru góðar fyri rørsluligu menningina hjá einstaka barninum.
Vit hava sera góðar innanduraumstøður. Vit hava til dømis ymisk verkstøð, sum børnini kunnu brúka til at menna síni skapanarevni, vit hava ítróttarhøll, púturúm, dukkukrók, lesikrók, eitt stórt felagsrúm og annað. Alt hetta loyvir børnunum at menna seg á ymiskan hátt, bæði við skipaðum og óskipaðum tiltøkum.
MÓTTØKA
Vit fara eftir børnunum í Sankta Frans skúla eftir skúlatíð. Tá tosa vit við læraran um, hvussu gerandisdagurin hevur gingið.
FORELDRASAMSTARV
Vit leggja stóran dent á eitt opið og gott foreldrasamstarv, so vit kunnu menna einstaka barnið á bestan hátt.
SJÚKA
Er barnið sjúkt, vilja vit fegin hava boð um hetta í frítíðarskúlanum.
KLÆÐIR
Børnini skulu hava skiftiklæði í klædnarúminum. Hevur barnið ikki skiftiklæði, ringja vit til foreldrini.
TÚRDAGUR
Hvør mánadagur er túrdagur hjá einum flokki.
SVIMJING
Hvør flokkur hevur ein fastan svimjidag um vikuna, og tá er umráðandi at minnast til svimjiklæðir.
Í frítíðarskúlanum starvast 13 starvsfólk.
ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu.
Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi og verður brúkt til samskifti millum foreldur og dagstovn. Í ForeldraGlugganum kallar stovnurin til dømis inn til foreldraviðtalur og kunnar um gerandisdagin, og tað er somuleiðis her, tú boðar frá feriu:
Appin verður í løtuni royndarkoyrd á fleiri dagstovnum. Tá ið allir stovnar hava lært seg at brúka ForeldraGluggan, fara foreldur eisini at kekka børnini inn og út, tá tey koma og fara.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 aldunum í fjør, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvar ein skjótan og tryggan samskiftisfarveg, sum er felags fyri alt dagstovnaøkið: boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
Tín persónligi gluggi
ForeldraGluggin verður tó ikki bara settur í verk fyri at geva stovnum ein farveg til bráðfeingisboð og tilmæli til foreldur. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, sum millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er ForeldraGluggin, soleiðis sum orðið leggur upp til, ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann ofta stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum og greiða frá hendingunum í einum degi á stovni. Og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnum sínum.
Higartil hava dagstovnar havt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum í gongini fyri at kunna foreldur um virksemið á stovninum. Dagstovnarnir hava eisini brúkt gott gamalt munnligt samskifti. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um. Taka vit hesa skipanina til okkum og læra okkum at brúka hana miðvíst, so bæði skipar og tryggjar hon samskiftið fyri okkum og kann samstundis vera við til at tryggja trivnaðin og sambandið millum foreldur og barn.
Hevur tú frammanundan skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í BARN-skipanini, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum
Fyri at kunna rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, fært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður ForeldraGluggin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í bókingarskipanini BARN. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara.
Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN her:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Tá tú hevur ritað inn í BARN-skipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum egna navni. Hevur tú foreldramyndugleikan yvir barninum, eigur tú at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan« í høgra bredda niðanfyri á síðuni:
Her skalt tú:
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.
Tá tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn.
SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferðina, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og video alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú biðin um at upplýsa:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál.
Tú mást somuleiðis ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. trýst á »Frí og frítíð«
4. syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta dag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni
So er frítíðin skrásett. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í teigin niðast. Minst til at trýsta á flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð, áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir Boð sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at gera avtalu um eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú millum annað tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkið í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Dagliga samskiftið fer fram gjøgnum Høgguslokkin, sum er dagligi samskiftispersónurin hjá frítíðarskúlanum. Høgguslokkurin kann røkkast á tel. 22 49 02.
Vit hava eina boðtalvu í gongini, ið vit nýta til at geva foreldrunum boð og kunning um ymiskt.
Vit hava eisini ein afturlatnan Facebookbólk, ið vit eisini nýta til at geva boð. Bólkurin er bara ætlaður foreldrum og verjum.
Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á frítíðarskúlarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við frítíðarskúlaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina í hvørjum einstøkum frítíðarskúla. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum og frítíðarskúlum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri einari kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum frítíðarskúlaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Seinasta trygdareftirlit fór fram í 2018. Næsta eftirlitið verður í 2021.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini hevur pláss fyri 96 børnum frá 1. og 2. flokki í Sankta Frans skúla.
Tú nýtir talgildu bókingarskipanina BARN, tá tú skalt bóka dagstovnapláss.
Fyri at nýta bókingarskipanina, skalt tú rita inn við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Bókingarskipanin er somuleiðis knýtt at postskipanini MínBoks. Tú fært atgongd til tína MínBoks, tá tú hevur fingið Samleikan.
Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta bókingarskipanina BARN, kanst tú fylla umsóknarblaðið niðanfyri út og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Tórshavn. Tú noyðist tá at vera til staðar í Snarskivuni, meðan skipanin leitar eftir stovnsplássi fyri teg. Finnur skipanin hóskandi pláss, mást tú taka av stovnsplássinum og vátta beinanvegin. Orsøkin er, at eitt pláss, sum er tøkt, kann verða bókað hvørja løtu av foreldrum, sum sjálvi bóka pláss í skipanini.
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu:
Gjøldini fyri frítíðarskúlapláss sært tú her:
Sum foreldur kunnu tit søkja um fíggjarligt frípláss til barnið.
Hvørt frípláss verður játtað, og hvussu nógv verður játtað, veldst um tykkara inntøku. Tú kanst kunna teg nærri á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: