Frítíðarskúlin í Lítlaskúla

Hoyvíksvegur 58 C
100 Tórshavn
Tel. 28 30 68
gudrunho@torshavn.fo  

Leiðari: Guðrun Horn
Tel. 28 30 68
gudrunho@torshavn.fo

Lurta
Til lesiveik

Frítíðarskúlin í Lítlaskúla

Í frítíðarskúlanum ganga 40 børn. Her starvast tríggir námsfrøðingar og sjey hjálparfólk.

Vit halda til á Hoyvíksvegnum, og okkara nærmastu grannar eru Lítliskúli, Tjarnargarður og Adventistakirkjan.

Úr Lítlaskúla er skjótt at fara oman í fjøruna, yvir á Eysturvøll ella ein túr runt Hoyvíkstjørn.

Frítíðarskúlin í Lítlaskúla tekur bara ímóti børnum, sum ganga í forskúla í 1. og 2. flokki í Lítlaskúla.



Um Frítíðarskúlan í Lítlaskúla
Upplatingartíðir

Mánadag til fríggjadag frá kl. 11 til kl. 17.

Samband

Leiðari

Guðrun Horn
Tel. 28 30 68
gudrunho@torshavn.fo

Afturlatingardagar í 2020
  • Allar vanligar halgidagar – stovnurin stongdur
  • Páskafrítíð 6. – 8. apríl – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi í tríggjar dagar 
  • Skírhósdag til 2. páskadag 9. – 13. apríl – stovnurin stongdur
  • Dýra biðidag – stovnurin stongdur
  • Grundlógardag 5. juni ­– stovnurin stongdur
  • Summarfrítíð vika 26 og 27 – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Summarfrítíð vika 28 – 33 – stovnurin stongdur
  • Heystfrítíð 10. oktober – 17. august – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Jólafrítíð 19. desember – 3. januar 2021 – stovnurin stongdur
  • Hvørt ár hevur skúlin, sum frítíðarskúlin hoyrir til, tveir serstakar frídagar. Teir dagarnar hevur frítíðarskúlin víðkaða upplatingartíð frá kl. 7.45 til kl. 17
  • Hvørt ár hevur frítíðarskúlin tveir ráðleggingardagar. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Ymiskt er, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð í seinasta lagi seks vikur frammanundan

 

SAMANLAGT VIRKSEMI

Samanlagt virksemi merkir, at frítíðarskúlarnir í Tórshavnar kommunu leggja sítt virksemi saman, soleiðis at ein frítíðarskúli er opin í frítíðartíðini.

Frítíðarskúlarnir hava samanlagt virksemi hesi tíðarskeið í 2020 og 2021:

  • Heystfrítíð 12. – 16. oktober 2020
  • Páskafrítíð 29. – 31. mars 2021
  • Summarfrítíð 21. juni – 2. juli 2021

Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum, tá frítíðarskúlin í Lítlaskúla er stongdur.

 

FREISTIR AT BIÐJA UM PLÁSS Í SAMANLØGDUM VIRKSEMI:

  • Heystfrítíð 14. september 2020
  • Páskafrítíð 1. mars 2021
  • Summarfrítíð 2. mai 2021

 

Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.

Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, kanst tú kunna teg nærri og søkja her:

Samanlagt virksemi í frítíðartíð í frítíðarskúla

Vitja okkum

Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum.

Ring til Guðrun Horn á tel. 28 30 68 ella send ein teldupost til gudrunho@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.

Matur og drekka

Vit bjóða millummála hvønn dag frá umleið kl. 14.

Vit stremba eftir, at millummálin er spennandi og heilsugóður.

Trygdarskeið

Vit skipa javnan fyri fyrstuhjálparskeiðum til okkara starvsfólk. Næsta skeið verður væntandi í 2020, ella tá korona loyvir tí.  

Vit skipa eisini fyri brandskeiði. Næsta skeið verður væntandi í 2020.

Foreldraráð

Foreldraráðið skipa vit fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.

Sum limur í foreldraráðnum kanst tú gera títt fyri, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært ávirkan og innlit í gerandisdagin á stovninum og í námsfrøðiliga leistin. Sum limur í foreldraráðnum ert tú eisini hugskotsgevi og ert við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum.

Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Sí á korti

Námsfrøðiligur leistur
Námsfrøðiliga arbeiðið

Børnini brúka sína frítíð í frítíðarskúlanum. Tí skulu tey uppliva frítíðarskúlan sum eitt gott stað at vera.

Hesum tryggja vit við at:

  • Bjóða eitt fjølbroytt frítíðartilboð við bæði innandura og uttandura virksemi, ið loyvir børnunum at menna millum annað rørslu og skapandi evni. Til dømis hava vit kreativan verkstað og skipa fyri túrum í náttúruni. Vit hava eisini okkara egna Lítlaskúlakór, ið venur hvørja viku í frítíðarskúlanum
  • Leggja dent á, at hvørt einstakt barn tekur virknan lut í virkseminum bæði innan- og uttandura, og at børnini sleppa at brúka sítt forvitni og menna sítt hugflog. Hetta gera vit við at fylgja áhugamálunum hjá tí einstaka barninum
  • Savna okkum um sosialu og demokratisku førleikarnar hjá børnunum og stuðla teimum í at skapa sambond bæði í frítíðarskúlanum og uttan fyri frítíðarskúlan
  • Hjálpa børnunum at menna sunnar vanar, bæði tá tað snýr seg um hugburð, rørslu, mat og felagsskap. Vit leggja dent á at stimbra øll børn rørsluliga, og vit eggja børnunum til at menna góð sambond við onnur børn og starvsfólk
  • Virka fyri góðum samstarvi millum foreldur og starvsfólk í frítíðarskúlanum
Soleiðis arbeiða vit

Starvsfólkini bjóða seg fram og geva sítt íkast til arbeiðið á stovninum. Okkara starvsfólk hava ymiskar førleikar og royndir innan til dømis kreativitet, tónleik og ítrótt. Vit eru tøk, tá børnini hava brúk fyri okkum og kunnu stuðla, tá børnini ynskja at bjóða hugflognum av.

Vit hava einfaldar og greiðar mannagongdir, sum øll eru kunnað um.

Vit virða ymiskleika og gera pláss fyri hvørjum øðrum.

Hvørji eru vit?

Í frítíðarskúlanum starvast tríggir námsfrøðingar og sjey hjálparfólk. Hesi eru:

Guðrun Horn, leiðari og námsfrøðingur

Elspa J. á Argjum, námsfrøðingur

Barbara Á. Jakobsen, hjálparfólk við námsfrøðiligari ábyrgd

Guðrun Sólja Jacobsen, hjálparfólk og kórleiðari í Lítlaskúlakórinum

Harafturat hava vit fleiri ung hjálparfólk, ið hava royndir innan kreativt virksemi og ítrótt.

Sí á korti

Dagligt samskifti
Heimasíða

Tú kanst kunna teg nærri um frítíðarskúlan á heimasíðu okkara.

Heimasíðan hjá frítíðarskúlanum í Lítlaskúla

Kunning og Facebook

Vit hava ein bólk á Facebook. Kortini er umráðandi, at tit venda tykkum beinleiðis til frítíðarskúlan, um tit hava onkran trupulleika. Vit vilja fegin, at tit boða okkum frá óansæð, hvussu lítil trupulleikin tykist at vera.

Eitt gott og tætt samband millum frítíðarskúlan og foreldrini er avgerandi fyri trivnaðin hjá einstaka barninum og virksemið á stovninum sum heild.

Eftirlit
Námsfrøðiligt eftirlit

Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur hvørt ár út til frítíðarskúlarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiðið fer fram í.

Talan er um eitt skipað eftirlit, sum skal tryggja dygdina á hvørjum einstaka frítíðarskúla. Dygdarmennarin samskiftir síðani við frítíðarskúlaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar og um menningarmøguleikarnar.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri einari kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum frítíðarskúlaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Seinasta trygdareftirlit fór fram í 2018. Næsta eftirlitið verður í 2021.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss á frítíðarskúlanum

Í Lítlaskúla er pláss fyri 45-50 skúlabørnum úr 1. og 2. flokki.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Bóka pláss

Tú skalt nýta talgildu bókingarskipanina BARN til at bóka frítíðarskúlapláss.

Fyri at nýta bókingarskipanina skalt tú rita inn við MínLykil, sum er ein trygg innritingarskipan. Hevur tú ikki MínLykil frammanundan, kanst tú stovna tær lykilin her:

Stovna MínLykil (verður umsitið av Elektron)

Bókingarskipanin er somuleiðis knýtt at postskipanini MínBoks. Til ber at bóka pláss uttan MínBoks, men kommunan nýtir MínBoks til at senda tær boð um tøk pláss. Av tí, at hesi tilboðini skulu svarast innan fimm dagar, er tað eitt gott hugskot at fáa tær MínBoks.

Fyri at stovna MínBoks skalt tú fyrst fáa tær MínLykil. Síðan ber til at rita inn á MínBoks.

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta bókingarskipanina BARN, kanst tú fylla umsóknarblaðið niðanfyri út og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Tórshavn.

Fært tú ikki nýtt talgildu bókingarskipanina, noyðist tú at vera til staðar í Snarskivuni, meðan skipanin leitar eftir stovnsplássi fyri teg. Tí finnur skipanin hóskandi pláss, mást tú taka av stovnsplássinum og vátta beinanvegin. Orsøkin er, at eitt pláss, sum er tøkt, kann verða bókað hvørja løtu av foreldrum, sum sjálvi bóka pláss í skipanini.

Skriva títt barn inn í frítíðarskúla 

Umsókn um pláss til frítíðarskúla 

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu:

Upptøkureglur

Frítíðarskúlagjøld

Gjøldini fyri frítíðarskúlapláss sært tú her:

Gjøld fyri frítíðarskúla

Frípláss

Sum foreldur kunnu tit søkja um fíggjarligt frípláss til barnið.

Hvørt frípláss verður játtað, og hvussu nógv verður játtað, veldst um tykkara inntøku. Tú kanst kunna teg nærri á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp frítíðarskúla