Frítíðarskúlin Smílibýlið

Stoffalág 82
100 Tórshavn
Tel. 21 48 79
fts-eystrv@torshavn.fo

Leiðari Allan Mortensen
Tel. 21 00 45
allanm@torshavn.fo

Vís á korti

Lurta

Frítíðarskúlin Smílibýlið

Smílibýlið er ein frítíðarskúli til børn úr 1. og 2. flokki í Eysturskúlanum. 59 børn ganga her í løtuni. Á stovninum starvast tríggir námsfrøðingar, trý hjálparfólk við drúgvum royndum og dagstovnaleiðarin.

Fysisku karmarnir í frítíðarskúlanum geva børnunum góðar møguleikar at spæla bæði frítt og skipað. Vit hava tónleikarúm, rørslurúm, verkstað og fleiri smá rúm. Soleiðis ber til at hava smáar eindir, og børnini kunnu binda frið og hugsavna seg í spæli. Eisini kunnu tey spæla uttanfyri í garðinum ella fara yvir á ein fótbóltsvøll í grannalagnum.



Um frítíðarskúlan
Upplatingartíðir

Mánadag til fríggjadag frá kl. 11 til kl. 17.

Samband

Stovnsleiðari

Allan Mortensen
Tel. 21 00 45
allanm@torshavn.fo

Smílibýlið

Tel. 21 48 79
fts-eystrv@torshavn.fo

Afturlatingardagar í 2023
  • Allar vanligar halgidagar og serstakar merkisdagar– stovnurin stongdur
  • Páskafrítíð 2. apríl - 10. apríl – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi í tríggjar dagar
  • Flaggdagin 25. apríl – stovnurin stongdur
  • Dýra biðidag 5. mai – stovnurin stongdur
  • Kristi himmalsferðardag 18. mai – stovnurin stongdur
  • Grundlógardag 5. juni – stovnurin stongdur
  • Summarfrítíð 28. juni - 11. juli – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Summarfrítíð 12. juli - 15. august – stovnurin stongdur
  • Heystfrítíð 9. oktober - 13. oktober – møguleiki fyri at melda til samanlagt virksemi
  • Jólafrítíð 22. desember 2023 - 2. januar 2024 – stovnurin stongdur
  • Á hvørjum ári hevur skúlin, sum frítíðarskúlin hoyrir til, tveir serstakar frídagar. Hesar báðar dagarnar hevur frítíðarskúlin víðkaða upplatingartíð frá kl. 7.45 til kl. 17
  • Á hvørjum ári hevur frítíðarskúlin tveir ráðleggingardagar. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð frá stovninum í seinasta lagi seks vikur frammanundan


SAMANLAGT VIRKSEMI

Í páskafrítíðini, í summarfrítíðini og í heystfrítíðini leggja kommunalu frítíðarskúlarnir sítt virksemi saman, soleiðis at ein frítíðarskúli er opin í feriuni. Hetta rópa vit fyri samanlagt virksemi.

Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum, tá frítíðarskúlarnir annars eru stongdir.

Frítíðarskúlarnir hava samanlagt virksemi hesi tíðarskeið í 2023:

  • Páskafrítíð 3. apríl - 5. apríl 2023
  • Summarfrítíð 28. juni - 11. juli 2023
  • Heystfrítíð 9. oktober - 13. oktober 2023

FREISTIR AT TEKNA SEG TIL SAMANLAGT VIRKSEMI

  • Páskafrítíð 17. mars 2023
  • Summarfrítíð 4. juni 2023
  • Heystfrítíð 25. september 2023

Gev gætur, at heldur tú ikki umsóknarfreistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.

Tørvar tær pláss í samanløgdum virksemi, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar.

Samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar

Vitja okkum

Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum.

Ring til Smílibýlið á tel. 21 48 79 ella til leiðaran, Allan Mortensen, á tel. 21 00 45 fyri at gera eina avtalu.

Tit kunnu eisini senda ein teldupost til allanm@torshavn.fo.

Matur og drekka

Vit bjóða millummála umleið kl. 14 hvønn dag. Tað er ein løtt máltíð, sum til dømis kann vera frukt, maisflykrur, havragrýn ella suppa. Viðhvørt fáa børnini eisini ein køkubita.

Tá børnini fáa tíðliga frí í skúlanum, eta tey matpakkan her hjá okkum.

Trygdarskeið

Vit skipa javnan fyri fyrstuhjálparskeiðum til okkara starvsfólk. Seinasta skeiðið var í mai 2019.

Foreldraráð

Foreldraráðið skipa vit fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.

Sum limur í foreldraráðnum kanst tú gera títt fyri, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært ávirkan og innlit í gerandisdagin á stovninum og í námsfrøðiliga leistin. Sum limur í foreldraráðnum ert tú eisini hugskotsgevi og ert við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum.

Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.

Sí á korti

Námsfrøðiligur leistur
Soleiðis arbeiða vit

Í Smílibýlinum er frítíðin hjá børnunum í hásæti. Hetta merkir, at børnini í størstan mun sjálvi kunnu ráða yvir, hvussu tey brúka tíðina í Smílibýlinum. Hetta gevur teimum bestu møguleikarnar fyri at menna sínar persónligu og sosialu førleikar bæði í fría spælinum og øðrum virksemi, vit bjóða teimum.

Námsfrøðiliga arbeiðið í húsinum er lagt soleiðis til rættis, at vit síggja og hoyra tað einstaka barnið, hóast tey eru mong. Vit hoyra og virða barnið, sum tað er og møta barninum á støðinum, tað er á. Soleiðis merkir barnið, at tað hevur týdning bæði sum einstaklingur og í stórum bólkum.

Í Smílibýlinum leggja vit stóran dent á, at børnini eru partur av felagsskapinum. Í fría spælinum og ymsu aktivitetunum knýta børnini vinabond sínámillum. Vit stuðla teimum í hesum og ansa eftir, at øll koma í ein góðan felagsskap.

Fysisku karmarnir í frítíðarskúlanum geva børnunum góðar møguleikar fyri at kunna spæla bæði frítt og skipað. Vit hava tónleikarúm, rørslurúm og verkstað. Vit hava fleiri smá rúm, so til ber at hava smáar eindir, ið loyva børnunum at binda frið og hugsavna seg í spæli.

BYRJAN

Áðrenn børnini byrja í skúla, vitja tey í Eysturskúlanum saman við sínum foreldrum. Tá eru starvsfólk úr Smílibýlinum við. Tá vitjanin á skúlanum er liðug, fara vit yvir í Smílibýlið. Børnini kunnu vera á frítíðarskúlanum í eina løtu og spæla og forvitnast, so tey kenna umstøðurnar og starvsfólkini, tá tey byrja.

NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ

Smílibýlið er ein frítíðarskúli, og vit leggja stóran dent á frítíðina hjá børnunum. Tískil kunnu børnini sjálvi velja, um tey vilja spæla innandura ella úti í garðinum. Tey kunnu taka lut í júst tí virkseminum á stovninum, sum tey hava hug til. Virksemið uttan fyri stovnin er skipað í bólkum, sum merkir, at øll sleppa ikki við hvørja ferð. Hinvegin hava vit viðhvørt floksfundir, sum øll skulu luttaka í, og onkur serlig tiltøk og túrar út av húsinum, ið vit øll fara til saman.

ÍTRIV

Á stovninum er nógv at spæla við bæði inni og úti. Vit hava kreativan verkstað, sansarúm, rørslurúm, tónleikarúm og onnur rúm at spæla í og vera í.

Harumframt hava vit ymiskt skipað virksemi uttan fyri frítíðarskúlan, millum annað túrar í fjøruna, á vøllin ella í fimleikahøllina.

TILTØK

Vit hava afturvendandi tiltøk, sum jólasølu og summarveitslu, og vit hava eisini onnur temu viðhvørt. Temuni kunnu til dømis vera talv, tónleikur, sjónleikur, rørslur ella vælvera.

FORELDRASAMSTARV

Vit hava ein foreldrafund um heystið. Tá kunna vit um ymiskt, og foreldrini fáa høvi at tosa saman og velja foreldraráðið.

Vanliga hava vit foreldraviðtalur í Eysturskúlanum samstundis sum skúlin, men kortini ikki saman við skúlanum. Tit eru altíð vælkomin at biðja um eina viðtalu, um tit ynskja tykkum tað.

Hvørji eru vit?

Á stovninum starvast sjey starvsfólk og leiðarin. Vit hava fýra námsfrøðingar og trý hjálparfólk.

ForeldraGluggin
Hvat er ForeldraGluggin?

ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu.

Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi og verður brúkt til samskifti millum foreldur og dagstovn. Í ForeldraGlugganum kallar stovnurin til dømis inn til foreldraviðtalur og kunnar um gerandisdagin, og tað er somuleiðis her, tú boðar frá feriu:

  • foreldur kunnu fylgja við í gerandisdegnum hjá børnunum
  • foreldur kunnu skráseta frí og frítíð hjá barninum
  • foreldur og stovnur kunnu senda boð sínámillum
  • stovnurin kann skjótt og lætt kalla inn til foreldraviðtalur og tiltøk
  • foreldur fáa trygga atgongd til myndir og filmsbrot av barninum

Appin verður í løtuni royndarkoyrd á fleiri dagstovnum. Tá ið allir stovnar hava lært seg at brúka ForeldraGluggan, fara foreldur eisini at kekka børnini inn og út, tá tey koma og fara.

Hví brúka vit ForeldraGluggan?

So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 aldunum í fjør, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvar ein skjótan og tryggan samskiftisfarveg, sum er felags fyri alt dagstovnaøkið: boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.

Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.


Tín persónligi gluggi

ForeldraGluggin verður tó ikki bara settur í verk fyri at geva stovnum ein farveg til bráðfeingisboð og tilmæli til foreldur. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, sum millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er ForeldraGluggin, soleiðis sum orðið leggur upp til, ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.

Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann ofta stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum og greiða frá hendingunum í einum degi á stovni. Og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnum sínum.

Higartil hava dagstovnar havt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum í gongini fyri at kunna foreldur um virksemið á stovninum. Dagstovnarnir hava eisini brúkt gott gamalt munnligt samskifti. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um. Taka vit hesa skipanina til okkum og læra okkum at brúka hana miðvíst, so bæði skipar og tryggjar hon samskiftið fyri okkum og kann samstundis vera við til at tryggja trivnaðin og sambandið millum foreldur og barn.

Hvussu stovni eg ForeldraGluggan?

Soleiðis gert tú, um tú frammanundan hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini

Hevur tú frammanundan skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í BARN-skipanini, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Í teldupostinum stendur:

»Góði brúkari av ForeldraGlugganum

Fyri at kunna rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«

Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, fært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður ForeldraGluggin tikin niður á tína telefon.

Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.

Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.

Soleiðis gert tú, um tú ikki hevur skrásett fartelefon og teldupost í BARN-skipanini, ella um tú ikki fært teldupost frá stovninum

1. Stovna teg sum brúkara

Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í bókingarskipanini BARN. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara.

Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN her:

RITA INN Í BARN-SKIPANINA

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Tá tú hevur ritað inn í BARN-skipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum egna navni. Hevur tú foreldramyndugleikan yvir barninum, eigur tú at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan« í høgra bredda niðanfyri á síðuni:

Her skalt tú:

  • velja eitt brúkaranavn
  • velja eitt loyniorð
  • upplýsa títt fartelefonnummar, sum verður brúkt, tá tú tekur appina í nýtslu fyrstu ferð

2. Tak appina niður á snildfonina

Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.

3. Skriva brúkaranavn og loyniorð

Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.

Tá tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn.

SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferðina, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.

4. Vel títt barn í appini og fyll kartotekskortið út

Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.

Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.


Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.


Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.

Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:

  • at fara útferðir
  • svimja undir námsfrøðiligum eftirliti
  • at barnið kann koyrast í privatbili, lógliga íbundið trygdarbelti
  • at barnið, sambært munnligari avtalu, kann avheintast av øðrum

Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og video alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:

  • øll foreldur at børnum á stovuni hjá barninum skulu kunna síggja myndir og filmar av tínum barni
  • øll foreldur at børnum á stovninum hjá barninum skulu kunnu síggja myndir og filmar av tínum barni
  • myndir og filmar av barninum skulu kunna vísast á almennu heimasíðuni hjá stovninum

Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.

Somuleiðis verður tú biðin um at upplýsa:

  • tryggingar
  • kunning um barnið
  • kunning um familjuna

Soleiðis fært tú appina á føroyskum

Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál.

Tú mást somuleiðis ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.

Soleiðis boðar tú frá frí og frítíð

Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.

Soleiðis boðar tú frá:

1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn

2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni


3. trýst á »Frí og frítíð«


4. syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur


5. Vel fyrsta og seinasta dag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni

So er frítíðin skrásett. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í teigin niðast. Minst til at trýsta á flugubeinið, tá tú ert liðug.

Hvar samskifta vit um hvat?

UPPSLØG

Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð, áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.


BOÐ

Undir Boð sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at gera avtalu um eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.

Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.

Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.


ÁLMANAKKI

Í álmanakkanum sært tú millum annað tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.


MYNDASAVN

Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.

Eg síggi ikki mítt barn í ForeldraGlugganum

Títt barn verður stovnað sjálvvirkið í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið.

Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum kanst tú:

  • spyrja stovnin, um barnið er skrásett í einari stovu á stovninum. Tá ið dagstovnurin hevur skrásett barnið í einari stovu, verður barnið sjónligt í appini, og tú kanst fylla kartotekskortið og tínar sambandsupplýsingar út

Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:

  • kanna um foreldramyndugleikin er rætt skrásettur í fólkayvirlitinum. Hetta gert tú við at ringja til fólkayvirlitið á tel. 30 20 10.
Dagligt samskifti
Heimasíða og SMS-skipan

Tú kanst kunna teg nærri um Frítíðarskúlan á heimasíðu okkara.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum Smílibýlið

Tit eru eisini altíð vælkomin at ringja til okkum á tel. 21 48 79, um tit hava spurningar. Hetta nummarið er eisini til foreldur at senda SMS-boð til, um tit hava boð til okkum um til dømis sjúku ella føðingardagar.

Hava vit eini felags boð til øll foreldur, senda vit boðini umvegis okkara SMS-skipan.

Eftirlit og dygd
Námsfrøðilig dygd

Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á frítíðarskúlarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.

Dygdarmennarin samskiftir síðan við frítíðarskúlaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.

Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina í hvørjum einstøkum frítíðarskúla. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum og frítíðarskúlum.

Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.

Eftirlit við spæliplássi

Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri einari kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum frítíðarskúlaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.

Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.

Seinasta trygdareftirlit fór fram í 2018. Næsta eftirlitið verður í 2021.

Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.

Lyklatøl
Pláss á frítíðarskúlanum

Frítíðarskúlin Smílibýlið hevur pláss fyri umleið 60 til 70 skúlabørnum.

Gjald og uppskriving til stovnspláss
Bóka pláss

Tú nýtir talgildu bókingarskipanina BARN, tá tú skalt bóka dagstovnapláss.

Fyri at nýta bókingarskipanina, skalt tú rita inn við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her:

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Bókingarskipanin er somuleiðis knýtt at postskipanini MínBoks. Tú fært atgongd til tína MínBoks, tá tú hevur fingið Samleikan.

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta bókingarskipanina BARN, kanst tú fylla umsóknarblaðið niðanfyri út og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Tórshavn. Tú noyðist tá at vera til staðar í Snarskivuni, meðan skipanin leitar eftir stovnsplássi fyri teg. Finnur skipanin hóskandi pláss, mást tú taka av stovnsplássinum og vátta beinanvegin. Orsøkin er, at eitt pláss, sum er tøkt, kann verða bókað hvørja løtu av foreldrum, sum sjálvi bóka pláss í skipanini.

Bóka pláss

Umsókn um frítíðarskúlapláss

Upptøkureglur

Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu:

Upptøkureglur

Frítíðarskúlagjøld

Gjøldini fyri frítíðarskúlapláss sært tú her:

Gjøld fyri frítíðarskúla

Frípláss

Sum foreldur kunnu tit søkja um fíggjarligt frípláss til barnið.

Hvørt frípláss verður játtað, og hvussu nógv verður játtað, veldst um tykkara inntøku. Tú kanst kunna teg nærri á síðu okkara um frípláss.

Søk um frípláss

Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:

Sig upp frítíðarskúla