Botnavegur 3
410 Kollafjørður
Tel. 22 79 11
frikollstarv@torshavn.fo
Leiðari Connie Lassen
Tel. 22 13 23
conniel@torshavn.fo
Botnavegur 3
410 Kollafjørður
Tel. 22 79 11
frikollstarv@torshavn.fo
Leiðari Connie Lassen
Tel. 22 13 23
conniel@torshavn.fo
Frítíðarskúlin við Botnánna er granni hjá Kollafjarðar skúla og liggur í góðum náttúruumhvørvi við haga, dali, viðarlund, stórari á, fjøru og bátahyli. Vit hava eisini svimjihøll, fimleikahøll, ítróttahøll, útivøll og spæliplássið í skúlagarðinum sum grannar. Hetta eru alt møguleikar, vit brúka dagliga. Aftur at útilívi og rørslu hava vit ítriv hvønn dag.
Trivnaður skapar menning. Í samstarvi við børn og foreldur hava vit nakrar setningar, vit arbeiða eftir, og sum vit flætta inn í gerandisdagin. Hesir eru persónlig menning, sosialir førleikar, kroppur og rørsla, málslig menning, mentan og siðvenja og so náttúran.
Vit leggja dent á at hava eitt umhvørvi við umsorgan og tryggleika við avbjóðingum, ið menna sjálvsvirðið og sjálvsálitið, at vera skapandi, at rúma ymisleika, at vera fyrimyndarlig og at hava gott foreldrasamstarv.
Í løtuni ganga 26 børn í frítíðarskúla í Kollafirði.
Ein námsfrøðingur og tvey hjálparfólk starvast í frítíðarskúlanum.
Mánadag til hósdag frá kl. 12.30 til kl. 17.
Fríggjadag frá kl. 10.30 til kl. 17.
Frítíðarskúlin við Botnánna fylgir frítíðum og frídøgum hjá fólkaskúlunum.
SAMANLAGT VIRKSEMI
Í páskafrítíðini, í summarfrítíðini og í heystfrítíðini leggja kommunalu frítíðarskúlarnir sítt virksemi saman, soleiðis at ein frítíðarskúli er opin í feriuni. Hetta rópa vit fyri samanlagt virksemi.
Hevur tú tørv á tí, kann títt barn sostatt fáa pláss í samanlagda virkseminum, tá frítíðarskúlarnir annars eru stongdir.
Frítíðarskúlarnir hava samanlagt virksemi hesi tíðarskeið í 2023:
FREISTIR AT TEKNA SEG TIL SAMANLAGT VIRKSEMI
Gev gætur, at heldur tú ikki umsóknarfreistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.
Tørvar tær pláss í samanløgdum virksemi, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar.
Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum.
Vit vísa fegin frítíðarskúlan og virksemi okkara fram og bjóða gestum við til okkara gerandisdag.
Ring til Connie Lassen á tel. 22 13 23 ella send ein teldupost til conniel@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.
Børnini luttaka í matgerðini hvønn dag, tá vit gera millummála. Vit eru sannførd um, at matur eigur at vera innbjóðandi, heilsugóður og mettandi.
Børnini hjálpa okkum at gera matarætlanina, til dømis, um vit skulu hava spjót við frikadellum og grønmeti, heimabakað breyð, bollar við osti, epli og rótfruktir í ovni ella annað kreativt. Viðhvørt gera vit eisini pannukøkur við súltutoyi og róma.
Okkara starvsfólk eru javnan á fyrstuhjálparskeiði. Seinasta skeiðið var í mai 2019.
Vit skipa eisini fyri brandskeiði. Seinasta skeiðið var í mai 2019.
Vit skipa fyri venjingum á stovninum nakrar ferðir um árið.
Foreldraráðið skipa vit fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum.
Sum limur í foreldraráðnum kanst tú gera títt fyri, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært ávirkan og innlit í gerandisdagin á stovninum og í námsfrøðiliga leistin. Sum limur í foreldraráðnum ert tú eisini hugskotsgevi og ert við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum.
Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
NÁMSFRØÐILIGUR LEISTUR
Hvønn dag ber til at hjá okkum at fara niðan á vøllin, túrar í hagan, í ánna, fram við ánni, oman í fjøruna, oman í bátahylin ella í viðarlundina. Hetta gera vit, so børnini skulu koma tætt at náttúruni, og tí tey eru von við náttúruna frá dagstovninum.
Børnini læra at taka ábyrgd, læra um nærumhvørvið, og tey læra at ganga í haganum. Tá vit lata eitt portur upp, skal tað eisini latast aftur. Tá tað regnar, eru steinarnir hálir at ganga á. Tá áin er grøn av vøkstri, er hon hál, og tá fjøra er, riggar betur at fanga krabbar og annað, sum livir í fjøruni. Tá tað er flóð, sær øðrvísi út. Børnini læra eisini, hvørjum vit skulu ansa eftir, tá vit ganga í fjøruni, haganum, ánni, bátahylinum, viðarlundini og eftir vegnum.
Kroppurin skal mýkjast hvønn dag, og børn skulu sleppa at brúka allar sansir fyri at læra. Tey læra gjøgnum spæl og við at kanna tað, tey hava áhuga fyri, og sum tey síggja, at hini hava áhuga í. Soleiðis fáa børnini eisini áhuga fyri ymiskum nýggjum. Tískil fær fría spælið gott pláss í frítíðarskúlanum.
Umframt at brúka náttúruna dagliga, svimja vit, eru í fimleikahøll, ítróttahøll og á bókasavninum. Hetta lærir børnini at taka ábyrgd fyri sær og sínum.
Mest umráðandi er, at børnini sleppa at spæla og royna ymisk vinaløg, fáa kensluna av at hoyra til, kenna seg heima í einum tryggum umhvørvi, og at tey tora at gera mistøk og læra av teimum. Barnið sleppur at vera seg sjálvt saman við vaksnum, sum stuðla og vegleiða.
Hvønn dag bjóða vit børnunum at taka lut í matgerðini. Tey sleppa at skera grønmeti, frukt, kjøt og annað. Hvønn dag eru nøkur børn, sum hjálpa at gera millummála til hini. Hetta skiftast tey um, so øll hava møguleikan at royna seg í køkinum.
Børn eru forvitin og vilja hava svar, og tað fáa tey við at uppliva og at hava vaksin rundan um seg, sum tíma at uppliva saman við teimum.
ENDURNÝTSLAN
Vit hava eina endurnýtslu í frítíðarskúlanum. Í endurnýtsluni kunnu øll koma og fara við klæðum og øðrum ókeypis.
Hugskotið handan endurnýtsluna er at læra børnini, hvussu vit kunnu hugsa um umhvørvið og endurskapa nakað, sum er brúkt til okkurt annað praktiskt, soleiðis at tað fær nýtt virði.
Hetta átakið gevur eisini børnunum í frítíðarskúlanum høvi til millum annað at seyma undirtroyggjur um til taskur ella buksur um til kjólar og mangt annað. Her er tað bara hugflogið, sum setur mørk.
Starvsfólkini vegleiða og hjálpa børnunum við hesum.
MÓTTØKA
Børnini koma sjálvi úr skúlanum, og vit bjóða teimum vælkomin. Tey fáa frukt, tá tey koma, og vit hava borðspøl klár á borðunum og róligan tónleik frá. Eftir eina løtu fara børnini sjálvi í holt við tað, tey hava hug til.
TILTØK
Vit hava ymisk afturvendandi tiltøk. Til dømis hava vit foreldrakaffi, føstulávintshald, jólahald og annars alt tað, vit sjálvi finna uppá.
FORELDRASAMSTARV
Vit samskifta við foreldur í einum afturlatnum bólki á Facebook, og tá foreldrini koma eftir sínum børnum. Um okkurt stingur seg upp, ringja vit til foreldrini.
Frítíðarskúlin við Botnánna hevur eitt tilboð til børn, ið hava foreldur, sum eru farin hvør til sítt. Tí í gerandisdegnum eru vit um børn, sum hava "tvær verðir" at fyrihalda seg til. Í Tórshavn er slíkt tilboð til hesi børn, og vit vilja fegin bjóða okkara børnum sama tilboð í Kollafirði.
PRAKTISK KUNNING
Foreldur kunnu, í samráð við barnið, melda barnið til við at senda eini SMS-boð til Connie á tel. 22 13 23.
Um nóg nógv børn eru meldað til, kalla vit foreldur inn til eina kunning, áðrenn vit byrja. Kunningarfundurin fer at snúgva seg um mannagongdir og tagnarskyldu.
Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Connie á tel. 22 13 23.
Í frítíðarskúlanum starvast ein námsfrøðingur, tvey hjálparfólk og leiðarin.
ForeldraGluggin er ein ókeypis app til snildfon, sum tú kanst brúka, um tú ert foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu.
Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi og verður brúkt til samskifti millum foreldur og dagstovn. Í ForeldraGlugganum kallar stovnurin til dømis inn til foreldraviðtalur og kunnar um gerandisdagin, og tað er somuleiðis her, tú boðar frá feriu:
Appin verður í løtuni royndarkoyrd á fleiri dagstovnum. Tá ið allir stovnar hava lært seg at brúka ForeldraGluggan, fara foreldur eisini at kekka børnini inn og út, tá tey koma og fara.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 aldunum í fjør, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvar ein skjótan og tryggan samskiftisfarveg, sum er felags fyri alt dagstovnaøkið: boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
Tín persónligi gluggi
ForeldraGluggin verður tó ikki bara settur í verk fyri at geva stovnum ein farveg til bráðfeingisboð og tilmæli til foreldur. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, sum millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er ForeldraGluggin, soleiðis sum orðið leggur upp til, ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann ofta stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum og greiða frá hendingunum í einum degi á stovni. Og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnum sínum.
Higartil hava dagstovnar havt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum í gongini fyri at kunna foreldur um virksemið á stovninum. Dagstovnarnir hava eisini brúkt gott gamalt munnligt samskifti. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um. Taka vit hesa skipanina til okkum og læra okkum at brúka hana miðvíst, so bæði skipar og tryggjar hon samskiftið fyri okkum og kann samstundis vera við til at tryggja trivnaðin og sambandið millum foreldur og barn.
Hevur tú frammanundan skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í BARN-skipanini, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum
Fyri at kunna rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, fært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður ForeldraGluggin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í bókingarskipanini BARN. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara.
Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tú ritar inn í bókingarskipanina BARN her:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Tá tú hevur ritað inn í BARN-skipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum egna navni. Hevur tú foreldramyndugleikan yvir barninum, eigur tú at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan« í høgra bredda niðanfyri á síðuni:
Her skalt tú:
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.
Tá tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn.
SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferðina, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í BARN-skipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og video alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú biðin um at upplýsa:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál.
Tú mást somuleiðis ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. trýst á »Frí og frítíð«
4. syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta dag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni
So er frítíðin skrásett. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í teigin niðast. Minst til at trýsta á flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð, áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir Boð sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at gera avtalu um eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú millum annað tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkið í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Vit samskifta við foreldur í einum afturlatnum bólki á Facebook, og tá foreldrini koma eftir sínum børnum. Um okkurt stingur seg upp, ringja vit til foreldrini.
Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á frítíðarskúlarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við frítíðarskúlaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við, og savna okkum um, námsfrøðiligu dygdina í hvørjum einstøkum frítíðarskúla. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum og frítíðarskúlum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri einari kanning av trygdarviðurskiftunum á øllum frítíðarskúlaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Seinasta trygdareftirlit fór fram í 2018. Næsta eftirlitið verður í 2021.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Frítíðarskúlin við Botnánna hevur pláss fyri umleið 32 skúlabørnum.
Tú nýtir talgildu bókingarskipanina BARN, tá tú skalt bóka dagstovnapláss.
Fyri at nýta bókingarskipanina, skalt tú rita inn við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Bókingarskipanin er somuleiðis knýtt at postskipanini MínBoks. Tú fært atgongd til tína MínBoks, tá tú hevur fingið Samleikan.
Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta bókingarskipanina BARN, kanst tú fylla umsóknarblaðið niðanfyri út og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum í Tórshavn. Tú noyðist tá at vera til staðar í Snarskivuni, meðan skipanin leitar eftir stovnsplássi fyri teg. Finnur skipanin hóskandi pláss, mást tú taka av stovnsplássinum og vátta beinanvegin. Orsøkin er, at eitt pláss, sum er tøkt, kann verða bókað hvørja løtu av foreldrum, sum sjálvi bóka pláss í skipanini.
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu:
Gjøldini fyri frítíðarskúlapláss sært tú her:
Sum foreldur kunnu tit søkja um fíggjarligt frípláss til barnið.
Hvørt frípláss verður játtað, og hvussu nógv verður játtað, veldst um tykkara inntøku. Tú kanst kunna teg nærri á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: