Gjald fyri frítíðarskúla

Her sært tú, hvat tað kostar at hava títt barn í frítíðarskúla. Tú rindar mánaðarliga gjaldið tíggju mánaðir um árið. Juli og august eru ókeypis.

Gev gætur, at prísurin fyri frítíðarskúlapláss verður tillagaður hvørt fíggjarár.



Gjøld fyri frítíðarskúla 2026
Frítíðarskúlagjald fyri forskúlabørn

Fyri forskúlabørn kostar frítíðarskúlin 1.681 krónur um mánaðin tíggju mánaðir um árið. Juli og august eru ókeypis. Forskúlin kostar 1.147 krónur um mánaðin.

Tilsamans kosta forskúli og frítíðarskúli sostatt tað sama sum eitt dagstovnapláss.

Frítíðarskúlagjald fyri skúlabørn í 1. og 2. flokki

Fyri børn í 1. og 2. flokki kostar frítíðarskúlin 1.441 krónur um mánaðin tíggju mánaðir um árið. Juli og august eru ókeypis.

Frítíðarskúlagjald fyri skúlabørn í 3. flokki

Fyri barn í 3. flokki rindar tú 721 krónur um mánaðin tíggju mánaðir um árið. Juli og august eru ókeypis.

Frítíðarskúlaplássið í 3. flokki er ikki fevnt av systkinaavsláttri og fíggjarligum fríplássi. 

Systkinaavsláttur

Hevur tú fleiri børn á stovni, rindar tú bara fyri yngsta barnið. Sostatt rindar einki foreldur meira enn tað, sum eitt frítíðarskúlapláss kostar. Systkinaavslátturin fevnir tó ikki um frítíðarskúlaplássini í 3. flokki.

Fyri at verða roknað sum systkin, skulu børn annaðhvørt vera:

  • lívfrøðilig systkin, ið bæði búgva hjá annaðhvørt pápanum ella mammuni, sum hevur foreldramyndugleikan
  • ættleidd systkin, ið hava sama bústað sambært fólkayvirlitinum

Fyri at fáa systkinaavsláttur skal barnið búgva í Tórshavnar kommunu.

Búgva foreldrini ikki saman, men hava felags foreldramyndugleika, verður barnið roknað sum systkin, har barnið býr sambært fólkayvirlitinum. Hetta uttan mun til, um barnið býr líka nógv hjá báðum foreldrum.

Reglurnar fevna um børn, sum ganga í barnagarði og frítíðarskúla. Kunna teg nærri í løgtingslógini um dagstovnar.

Dagstovnalógin (logir.fo)

Frípláss

Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnapláss og frítíðarskúla. Hetta verður rópt fyri frípláss.

Tó er frítíðarskúlapláss í 3. flokki ikki fevnt av frípláss-skipanini.

Tú kanst søkja um frípláss, tá tú hevur meldað títt barn inn í frítíðarskúlan.

Søk um frípláss til frítíðarskúla

Barnafrádráttur

Fyri hvørt barn undir 18 ár, sum tú hevur foreldramyndugleikan yvir, lata landið og kommunan ein frádrátt í ávikavist lands- og kommunuskattinum. Tað vil siga, at tú letur minni í skatti.

Í 2025 er árligi skattafrádrátturin í Tórshavnar kommunu 9.000 krónur og árligi frádrátturin í landsskattinum 6.500 krónur fyri hvørt barnið í aldrinum 7-17 ár og 9.200 krónur fyri hvørt barnið undir sjey ár.

Tað vil siga:

  • Hevur tú foreldramyndugleikan yvir einum barni, sum er tíggju ára gamalt, og býrt tú í Tórshavnar kommunu, er tín samlaði frádráttur umleið 15.500 krónur um árið
  • Hevur tú foreldramyndugleikan yvir einum barni, sum er fýra ára gamalt, og býrt tú í Tórshavnar kommunu, er tín samlaði frádráttur umleið 18.200 krónur um árið

Frádrátturin er ymiskur alt eftir hvørjari kommunu, tú býrt í. Tórshavnar kommuna hevur ein av hægstu barnafrádráttunum í landinum.

Hjún kunnu velja, hvør skal fáa frádráttin. Eru foreldrini ikki gift, fær mamman frádráttin.

Kunna teg nærri um barnafrádrátt á heimasíðuni hjá TAKS.

TAKS – barnafrádráttur (taks.fo)

Vantandi frítíðarskúlagjald

Fer eftirstøðan fyri eitt frítíðarskúlapláss upp um tveir mánaðir, kann kommunan siga plássið upp.

Hevur tú spurningar til rokningina?

Hevur tú spurningar um rokningina fyri frítíðarskúla, kanst tú venda tær til Fíggjardeildina í kommununi. Ring á telefon 30 20 10 ella send okkum ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Rinda rokningar sjálvvirkandi
Rinda rokningar sjálvvirkandi

Tú kanst melda tínar rokningar til sjálvvirkandi gjaldsavtalu inni á minrokning.fo (MRP).

Tú skalt brúka kreditornummar og kundanummar fyri at melda til. Hesar upplýsingarnar finnur tú á inngjaldskortinum.

Hevur tú trupulleikar við at melda til, kanst tú venda tær til Fíggjardeildina við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin
Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15