Lurta

Pláss í samanløgdum virksemi fyri frítíðarskúlar í summarfrítíðini 2024

Gongur títt barn í frítíðarskúla í Tórshavnar kommunu, og hava tit pláss fyri neyðini frá 24. juni til 9. juli 2024, tá ið frítíðarskúlarnir annars eru stongdir, ert tú vælkomin at skráseta barnið niðanfyri.

Freistin at biðja um pláss er 16. mai 2024. Tilboðið fevnir um frítíðarskúlabørn í forskúla, 1. flokki og 2. flokki. Tykkara frítíðarskúli boðar tykkum frá seinni, hvør stovnur er opin.

Tilmeldingin er bindandi, og tað er umráðandi, at barnið møtir teir dagar, tit boða frá niðanfyri. Barnið er tilmeldað, tá ið tú hevur fingið váttan sendandi við telduposti um, at barnið er skrásett.

Barn og frítíðarskúli
Foreldur
Skriva navn á foreldur
Vel dagar
Skráset niðanfyri hvørjar dagar títt barn kemur í frítíðarskúla: *Tað er umráðandi, at barnið møtir teir dagar, sum eru fráboðaðir.