Lurta

Sig upp frítíðarskúla

Tá tú hevur bókað pláss í frítíðarskúla, er plássið galdandi alt skúlaárið. Skal barnið meldast úr áðrenn, skalt tú sjálv syrgja fyri at melda títt barn úr frítíðarskúlanum. Barnið verður ikki meldað úr sjálvvirkandi. Tú sigur plássið upp í talgildu bókingarskipanini BARN. 

SIG UPP FRÍTÍÐARSKÚLA (BARN)


Fýri frítíðarskúlapláss í forskúla, fyrsta flokki og øðrum flokki er uppsagnarfreistin tveir mánaðir, meðan uppsagnarfreistin í 3. flokki er ein mánaða. Uppsøgnin er galdandi frá 1. ella 15. í mánaðinum. Sigur tú til dømis eitt frítíðarskúlapláss í fyrsta flokki upp 13. februar, steðgar tú at rinda fyri plássið 15. apríl.



Hent at vita
Tú steðgar við at rinda mánaðargjald tveir mánaðir eftir uppsøgnina

Tú skalt sjálv syrgja fyri at melda títt barn úr frítíðarskúlanum, tá barnið steðgar at nýta tilboðið, til dømis vegna flyting.

Uppsagnarfreistin er tveir mánaðir, tó ein mánaða fyri børn í 3. flokki, galdandi frá 1. ella 15. í mánaðinum. Hetta merkir, at tú steðgar við at rinda mánaðargjaldið tveir mánaðir eftir uppsagnardagin, sum er tann 1. ella 15. í mánaðinum.

Barnið kann halda fram í frítíðarskúlanum, inntil uppsagnartíðin er farin.

Kann eg melda mítt barn inn aftur í frítíðarskúlan?

Ja. Tú kanst bóka pláss av nýggjum í bókingarskipanini.

Skriva títt barn inn í frítíðarskúla

Eg havi spurningar til uppsøgn av frítíðarskúlaplássi

Hevur tú spurningar um, hvussu tú sigur plássið upp, kanst tú fáa nærri vegleiðing frá Snarskivuni.

Ring til Snarskivuna á tel. 30 20 10 ella send teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Hevur tú trupult við at nýta talgildar tænastur, kanst tú siga plássið upp við at prenta og fylla út skjalið niðanfyri og lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Umsókn um uppsøgn av frítíðarskúla

Umsókn um uppsøgn av frítíðarskúla í 3. flokki

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15