Tú ritar inn í skipanina við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan.
Hevur tú ikki longu fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Bókingarskipan okkara er somuleiðis tengd at postskipanini MínBoks. Bókingarskipanin sendir tær kvittanir fyri tað, tú hevur gjørt í skipanini.
Tá tú fært tær Samleikan, fært tú atgongd til tína MínBoks á Vanganum.
Í erva á byrjanarsíðuni sært tú eitt spjaldur við navninum á tínum barni. Trýst á navnið og síðan á yvirskriftina »BARN«, so sleppur tú framat innskrivingarmøguleikunum.
Tá tú hevur trýst á spjaldrið við navninum á tínum barni og yvirskriftina »BARN«, skalt tú fara niður í »Sjálvavgreiðsluna« og trýsta á grøna knøttin »Finn pláss til«.
Nú skalt tú í álmanakkanum áseta dagfestingina til 16. august 2023. Tað er umráðandi at seta byrjanardato rætt, tí annars fært tú ikki røttu valmøguleikarnar fram.
Beint niðanfyri álmanakkan kanst tú velja, um tú vilt skriva barnið inn í ein ávísan skúla, ella um tú vilt leita millum allar stovnar og skúlar. Loyp hendan partin um og far beint niður til knøttin »Vel stovn« og trýst á hann.
Tá tú hevur trýst á »Vel stovn«, sært tú allar valmøguleikarnar listaðar.
Í fyrstu atløgu kann listin tykjast trupul at fáa skil á. Tí her eru bæði býlingshús, dagstovnar, forskúlar, skúlar og frítíðarskúlar til 1. 2. og 3. flokk umboðað. Tá tú skalt skriva barnið inn í skúla, skalt tú tó bara skrulla niður til teigarnar, ið byrja við »Innskriving«. Her finnur tú tann forskúlan, skúlan og frítíðarskúlan, tú leitar eftir. Teir eru skipaðir eftir stavraðnum.
Síðan velur tú júst tað tilboðið, tú ætlar tær.
Tú kanst velja at innskriva barnið til fylgjandi tilboð:
- forskúla
- forskúla og frítíðarskúla
- frítíðarskúla hjá forskúla
- skúla
- skúla og frítíðarskúla 1. og 2. flokkur
- frítíðarskúla hjá 3. flokki
Tá tú hevur valt rætta tilboðið, leitar skipanin eina løtu, til plássið er funnið.
Tá tú hevur valt rætta tilboðið, letur nýggjur gluggi seg upp, og tú verður spurd um at fylla út nakrar teigar við sambandsupplýsingum hjá hinum foreldrinum.
Tá tú hevur fylt teigarnar út, trýstir tú á knøttin »goym«.
Tá tú hevur fylt út sambandsupplýsingarnar og trýst á »goym«, fært tú ein glugga fram á skíggjan, sum tekur samanum tað, tú hevur valt í skipanini. Tú skalt nú annaðhvørt vátta innskrivingina við at trýsta á »OK« ella ógilda við at trýsta á »Annuller«.
Gev gætur áðrenn tú trýstir á goym: skrivar tú eitt barn inn í forskúla ella skúla, sum gongur í barnagarði, so skalt tú vita, at plássið í barnagarðinum verður sagt upp, tá tú trýstir á »OK«. Tá tú skrivar barnið inn í skúla frá 16. august 2023, so verður plássið í barnagarðinum sagt upp við virknað frá 15. august 2023. Hetta verður eftirfylgjandi rættað av umsitingini til 31. juli 2023. Orsøkin er, at tað letur seg ikki gera at hava pláss í barnagarði og forskúla ella skúla í senn. Angrar tú, at tú á henda hátt hevur sagt barnagarðsplássið upp, og ynskir tú at fáa pláss í barnagarði aftur, mást tú bóka dagstovnapláss av nýggjum í bókingarskipanini.