Lurta
Til lesiveik

Skriva títt barn inn í frítíðarskúla

Frítíðarskúli er til børn í forskúla til og við 3. flokk. Ynskir tú, at títt barn skal ganga í frítíðarskúla, skalt tú sjálv syrgja fyri at bóka tínum barni pláss í talgildu bókingarskipanini BARN.

Skriva inn í frítíðarskúla


Fyri at rita inn í bókingarskipanina, skalt tú hava Samleikan og MínBoks. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann her:  

Fá samleikan (samleikin.fo)

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta talgildu bókingarskipanina ella MínBoks og Samleikan, skalt tú brúka umsóknarblaðið niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo

Skriva inn í frítíðarskúla

Skriva inn í frítíðartilboð fyri 3. flokk



Talgilda innskrivingin - soleiðis gert tú
Rita inn við Samleikanum

Tú ritar inn í skipanina við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan.

Skriva inn í skúla

Hevur tú ikki longu fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum: 

Fá samleikan (samleikin.fo) 

Bókingarskipan okkara er somuleiðis tengd at postskipanini MínBoks. Bókingarskipanin sendir tær kvittanir fyri tað, tú hevur gjørt í skipanini.

Tá tú fært tær Samleikan, fært tú atgongd til tína MínBoks á Vanganum.

Vel spjaldrið við navninum á barninum

Í erva á byrjunarsíðuni sært tú eitt spjaldur við navninum á tínum barni. Trýst á navnið og síðan á yvirskriftina »BARN«, so sleppur tú framat innskrivingarmøguleikunum.

Vel røttu dagfestingina í álmanakkanum

Tá tú hevur trýst á spjaldrið við navninum á tínum barni og yvirskriftina »BARN«, skalt tú fara niður í »Sjálvavgreiðsluna« og trýsta á grøna knøttin »Finn pláss til«.


Nú skalt tú í álmanakkanum áseta dagfestingina til 16. august 2021. Tað er umráðandi at seta byrjanardato rætt, tí annars fært tú ikki røttu valmøguleikarnar fram.

 

Finn rætta tilboðið á listanum

Beint niðanfyri álmanakkan kanst tú velja, um tú vilt skriva barnið inn í ein ávísan skúla, ella um tú vilt leita millum allar stovnar og skúlar. Loyp hendan partin um og far beint niður til knøttin »Vel stovn« og trýst á hann.

Tá tú hevur trýst á »Vel stovn«, sært tú allar valmøguleikarnar listaðar. 

Í fyrstu atløgu kann listin tykjast trupul at fáa skil á. Tí her eru bæði býlingshús, dagstovnar, forskúlar, skúlar og frítíðarskúlar til 1. 2. og 3. flokk umboðað. Tá tú skalt skriva barnið inn í skúla, skalt tú tó bara skrulla niður til teigarnar, ið byrja við »Innskriving«. Her finnur tú tann forskúlan, skúlan og frítíðarskúlan, tú leitar eftir. Teir eru skipaðir eftir stavraðnum.

Síðan velur tú júst tað tilboðið, tú ætlar tær.

Tú kanst velja at innskriva barnið til fylgjandi tilboð:

  • forskúla
  • forskúla og frítíðarskúla
  • frítíðarskúla hjá forskúla
  • skúla
  • skúla og frítíðarskúla 1. og 2. flokkur
  • frítíðarskúla hjá 3. flokki

Tá tú hevur valt rætta tilboðið, leitar skipanin eina løtu, til plássið er funnið.

Fyll sambandsupplýsingarnar út

Tá tú hevur valt rætta tilboðið, letur nýggjur gluggi seg upp, og tú verður spurd um at fylla út nakrar teigar við sambandsupplýsingum hjá hinum foreldrinum.

Tá tú hevur fylt teigarnar út, trýstir tú á knøttin »goym«. 

Vátta ella ógilda innskrivingina

Tá tú hevur fylt út sambandsupplýsingarnar og trýst á »goym«, fært tú ein glugga fram á skiggjan, sum tekur samanum tað, tú hevur valt í skipanini. Tú skalt nú annaðhvørt vátta innskrivingina við at trýsta á »OK« ella ógilda við at trýsta á »Annuller«.

Gev gætur áðrenn tú trýstir á goym: skrivar tú eitt barn inn í forskúla ella skúla, sum gongur í barnagarði, so skalt tú vita, at plássið í barnagarðinum verður sagt upp, tá tú trýstir á »OK«. Tá tú skrivar barnið inn í skúla frá 16. august 2021, so verður plássið í barnagarðinum sagt upp við virknað frá 15. august 2021. Hetta verður eftirfylgjandi rættað av umsitingini til 31. juli 2021. Orsøkin er, at tað letur seg ikki gera at hava pláss í barnagarði og forskúla ella skúla í senn. Angrar tú, at tú á henda hátt hevur sagt barnagarðsplássið upp, og ynskir tú at fáa pláss í barnagarði aftur, mást tú bóka dagstovnapláss av nýggjum í bókingarskipanini.

Soleiðis eru frítíðarskúlarnir knýttir at forskúlum og skúlum
Eysturskúlin

Børn, sum ganga í skúla í Eysturskúlanum, skulu ganga í frítíðarskúla í Frítíðarskúlanum Smílibýlið.

Børn, sum ganga í 3. flokki í Eysturskúlanum, skulu ganga í frítíðarskúla í Margarinfabrikkini.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum Smílibýlið

Heimasíðan hjá Margarinfabrikkini

Frískúlin í Havn

Børn, sum ganga í Frískúlanum í Havn, sum er á Velbastað, skulu ganga í frítíðarskúla í Frískúlanum í Havn.

Heimasíðan hjá Frískúlanum í Havn

Hoyvíkar skúli

Børn, sum  ganga í Hoyvíkar skúla, skulu ganga í Frítíðarskúlanum í Hoyvík.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum í Hoyvík

Kaldbaks skúli

Børn, sum ganga í Kalbaks skúla, skulu ganga í frítíðarskúla í Dagstovninum Flatnagarður.

Heimasíðan hjá Dagstovninum Flatnagarður

Kollafjarðar skúli

Børn, sum ganga í Kollafjarðar skúla, skulu ganga í frítíðarskúla í Frítíðarskúlanum við Botnánna.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum við Botnánna

Lítliskúli

Børn, sum ganga í skúla í Lítlaskúla, skulu ganga í frítíðarskúla i Frítíðarskúlanum í Lítlaskúla.

Børn, sum ganga í 3. flokki í Lítlaskúla, skulu ganga í frítíðarskúla í Margarinfabrikkini.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum í Lítlaskúla

Heimasíðan hjá Margarinfabrikkini

Nólsoyar skúli

Børn, sum ganga í Nólsoyar skúla, skulu ganga í Barna- og ungdómshúsinum Látrið.

Heimasíðan hjá Barna- og ungdómshúsinum Látrið

Sankta Frans skúli

Børn, sum ganga í forskúla í Sankta Frans skúla, skulu ganga í Frítíðarskúlanum Sankta Frans.

Børn, sum ganga í 1. og 2. flokki í Sankta Frans skúla, skulu ganga í frítíðarskúla í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini.

Børn, sum ganga í 3. flokki í Sankta Frans skúla, skulu ganga í frítíðarskúla í Margarinfabrikkini. 

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum Sankta Frans

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini

Heimasíðan hjá Margarinfabrikkini

Skúlin á Argjahamri

Børn, sum ganga í forskúla og skúla á Argjahamri, skulu ganga í Frítíðarskúlanum á Argjahamri.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum á Argjahamri

Skúlin á Fløtum

Børn, sum ganga í forskúla og skúla á Skúlanum á Fløtum, skulu ganga í Frítíðarskúlanum á Fløtum.

Børn, sum ganga í 3. flokki í Skúlanum á Fløtum, skulu ganga í frítíðarskúla í Margarinfabrikkini.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum á Fløtum

Heimasíðan hjá Margarinfabrikkini

Skúlin við Løgmannabreyt

Børn, sum ganga í Skúlanum við Løgmannabreyt, skulu ganga í Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt

Velbastaðar skúli

Børn, sum ganga í Velbastaðar skúla, skulu ganga í frítíðarskúlanum í Dagstovninum á Velbastað.

Heimasíðan hjá Frítíðarskúlanum í dagstovninum á Velbastað

Fyri tilflytarar
Eg ætli mær at vera fastbúgvandi í kommununi

Ert tú foreldur, og ætlar tú tær at vera fastbúgvandi í Tórshavnar kommunu, kanst tú bóka tínum barni pláss á frítíðarskúla.

Hvussu bóki eg pláss?

Tá tú bókar pláss sum tilflytari, skalt tú fylgja somu mannagongd sum fastbúgvandi í kommununi. Tú kanst bóka pláss við at trýsta á leinkið niðanfyri og fylgja mannagongdini ovast á hesari síðuni.

Gev gætur, at uppsagnarfreistin er tveir mánaðir. Tað vil siga, at tú verður kravd eftir stovnsgjaldi fyri í minsta lagi tveir mánaðir, um tú sum tilflytari bókar pláss, men av onkrari orsøk ikki flytir til kommununa og ikki sigur plássið upp, áðrenn uppsagnarfreistin er farin.

Hvussu geri eg, um mítt barn ikki hevur fingið føroyskt p-tal?

Er barnið føtt uttan fyri Føroyar, og hevur tað ikki fingið føroyskt p-tal, mást tú fyrst søkja Tórshavnar kommunu um eitt sonevnt TK-tal til barnið, áðrenn tú fært skrivað barnið inn í frítíðarskúla. TK-talið kann virka fyri p-talið, til barnið er skrásett í føroyska fólkayvirlitinum.

Bílegg tínum barni eitt TK-tal við at trýsta á leinkið niðanfyri.

Søk um TK-tal

Fyri at søkja um TK-tal til barnið noyðist annað av foreldrunum við foreldramyndugleikanum at hava føroyskt p-tal. Eru tit bæði útlendsk uttan føroyskt p-tal, noyðist í minsta lagi ein tykkara at flyta til Føroyar og útvega sær eitt p-tal fyri at bóka tykkara barni eitt pláss.

Tá tú hevur útvegað tínum barni eitt TK-tal, kanst tú bóka pláss við at trýsta á leinkið niðanfyri.

Hent at vita um frítíðarskúla
Er mítt barn tryggjað pláss í frítíðarskúla?

Ja. Øll skúlabørn fáa pláss á frítíðarskúla.

Hvør kann skriva eitt barn upp?

Fyri at kunna skriva títt barn inn í ein frítíðarskúla, skalt tú:

  • vera búsitandi í Tórshavnar kommunu
  • hava foreldramyndugleikan yvir barninum
  • tú og barnið skulu hava sama bústað 

Harafturat kunnu foreldur, sum skulu flyta til Tórshavnar kommunu, skriva síni børn inn í frítíðarskúla. Kunna teg nærri á síðuni niðanfyri.

Flyt skúla/tilflytari

Ert tú nýliga flutt til kommununa?

Ert tú nýliga flutt til kommununa við barni, sum skal byrja í frítíðarskúla, kanst tú finna frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu á kortinum niðanfyri.

Skrivar tú tín bústað í leititeigin á kortinum, sært tú, hvør frítíðarskúli er næstur tínum bústaði. Trýstir tú á frámerkini, finnur tú heimasíðurnar hjá einstøku frítíðarskúlunum.

Hvat fyri virksemi er í frítíðarskúlunum?

Frítíðarskúlarnir arbeiða allir við menning og trivnaði og leggja dent á einstaka barnið og barnabólkin við øllum teirra áhugamálum, førleikum og tørvum.

Frítíðarskúlarnir eru frítíðar- og menningarrúm, har børnini saman við vaksnum menna seg í vinaløgum við onnur børn.

Kunna teg nærri um virksemið í frítíðarskúlunum á heimasíðunum hjá einstøku frítíðarskúlunum.

Finn frítíðarskúla

Hevur tú spurningar til innskrivingina av tínum barni?

Hevur tú spurningar til skúlainnskrivingina, kanst tú venda tær til Mentamáladeildina:

Mentamáladeildin

Vaglið 1
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo
Tel. 30 20 10

Hevur tú spurningar um bóking av plássi í frítíðarskúla, kanst tú venda tær til Snarskivuna. Kunna teg nærri um sambandsupplýsingarnar niðanfyri.

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15