Søk um frítíðarpláss í skúlafrítíðunum

Tørvar tínum barni frítíðarpláss í frítíðunum hjá skúlunum, tá ið frítíðarskúlarnir annars eru stongdir, kanst tú søkja um tað á hesari síðuni. Øll børn til og við øðrum flokki eru vælkomin at nýta tilboðið.

Á hesari síðuni sært tú, hvussu frítíðarplássini eru skipað, nær umsóknarfreistirnar eru og hvussu tú ber teg at við at søkja. Gev gætur, at tilmeldingin til pláss í vetrar-, páska- og heystfrítíðunum gongur fyri seg í ForeldraGlugganum. Sama er galdandi fyri fyrstu vikuna í summarfrítíðini.

Søk um frítíðarpláss í summarfrítíðini

Tá ið fyrsta vikan í summarfrítíðini er farin afturum, leggja frítíðarskúlarnir virksemið saman, soleiðis at minst ein frítíðarskúli er opin í summarfrítíðini. Hetta rópa vit fyri samanlagt virksemi. Trýst á grøna knøttin omanfyri fyri at tekna títt barn til samanlagda virksemið í summarfrítíðini.

Í vetrarfrítíðini, páskafrítíðini, fyrstu vikuni í summarfrítíðini og í heystfrítíðini kunnu børn fáa pláss í egnum frítíðarskúla. Tilmeldingin gongur fyri seg í ForeldraGlugganum. Hevur tú ikki fingið tær ForeldraGluggan, kanst tú taka appina niður her:

ForeldraGluggin (app store)

ForeldraGluggin (Google Play)



Soleiðis teknar tú títt barn til frítíðarpláss
Eg skal tekna mítt barn til samanlagda virksemið í summarfrítíðini

Tá ið fyrsta vikan í summarfrítíðini er farin afturum, leggja frítíðarskúlarnir virksemið saman, soleiðis at minst ein frítíðarskúli er opin í summarfrítíðini. Hetta rópa vit fyri samanlagt virksemi. Tørvar tær pláss í samanlagda virkseminum í summarfrítíðini, skalt tú nýta grøna knøttin niðanfyri og tøppa kravdu upplýsingarnar inn. 

Søk um frítíðarpláss í summarfrítíðini

Tørvar tær hinvegin pláss í vetrarfrítíðini, páskafrítíðini, fyrstu vikuna í summarfrítiðini ella í heystfrítíðini, søkir tú umvegis ForeldraGluggan. Les meira um tað niðanfyri.

Gev gætur, at tilmeldingin letur upp fýra vikur áðrenn umsóknarfreistina. Tað ber ikki til at søkja pláss, fyrr enn tilmeldingin er latin upp.

Umsóknarfreistirnar sært tú niðanfyri á hesari síðuni.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Barna- og ungdómsdeildina á telefon 30 20 10.

Eg skal tekna mítt barn til frítíðarpláss umvegis ForeldraGluggan

Í vetrarfrítíðini, páskafrítíðini, fyrstu vikuni í summarfrítíðini og í heystfrítíðini kunnu børn fáa pláss í egnum frítíðarskúla. Tú meldar barnið til í ForeldraGlugganum.

Tilmeldingin gongur soleiðis fyri seg:

  1. Fýra vikur áðrenn frítíðin byrjar, sendir leiðarin í frítíðarskúlanum tær boð í ForeldraGlugganum um, at tú kanst tekna barnið til frítíðarpláss
  2. Í ForeldraGlugganum skrásetir tú, hvørjar dagar títt barn hevur frí, og hvørjar dagar barnið kemur í frítíðarskúla
  3. Tá ið tú hevur skrásett, hvørjar dagar barnið kemur á stovn í frítíðini, skalt tú eisini minnast til at upplýsa, hvat klokkan tú væntar, at barnið kemur á stovn, og nær tað fær frí

Ber tað av onkrari orsøk ikki til hjá tær at melda til umvegis ForeldraGluggan, kanst tú spyrja leiðaran í frítíðarskúlanum, hvussu tú skalt gera.

Hevur tú ikki fingið tær ForeldraGluggan, kanst tú taka appina niður her:

ForeldraGluggin (app store)

ForeldraGluggin (Google Play)

Tilmeldingin er bindandi – sig frá, um tær ikki tørvar plássið

Tilmeldingin til frítíðarpláss er bindandi. Hevur tú teknað barnið til frítíðarpláss, og hevur tað ikki tørv á plássinum kortini, skalt tú skjótast gjørligt boða leiðaranum frá í frítíðarskúlanum, títt barn hoyrir til.

Er samanlagda virksemið í summarfrítíðini longu byrjað, skalt tú venda tær til leiðaran í tí frítíðarskúlanum, sum er opin í frítíðini. Navn og telefonnummar til leiðaran hevur tú fingið frá leiðaranum í frítíðarskúlanum hjá tínum barni, áðrenn samanlagda virksemið byrjaði.

Bráðfeingis tørvur á plássi í skúlafrítíðunum

Fært tú bráðfeingis tørv á plássi, aftaná tilmeldingarfreistin er farin, skalt tú senda torshavn@torshavn.fo eina skrivliga umsókn um frítíðarpláss. Minst til at skriva »Bráðfeingis tørvur/Barna- og ungdómsdeildin« í evnisteigin.

Í umsóknini skalt tú greiða frá bráðfeingisstøðuni og grundgeva fyri tínum brádliga íkomna tørvi á plássi. Tórshavnar kommuna svarar tær skrivliga aftur.

Soleiðis eru frítíðarplássini skipað
Frítíðarpláss í frítíðunum 2026

Tú kanst tekna títt barn til frítíðarpláss hesi tíðarskeið í 2026:

  • Páskafrítíðin: 30. mars - 1. apríl 2026 (umvegis ForeldraGluggan)
  • Summarfrítíðin (fyrsta vika): 19. juni - 26. juni (umvegis ForeldraGluggan)
  • Summarfrítíðin: 29. juni - 9. juli 2026 (umvegis tilmeldingarknøttin omanfyri)
  • Heystfrítíðin: 12. oktober - 16. oktober 2026 (umvegis ForeldraGluggan)

Tá tað stundar til, at frítíðin skal byrja, kunnar frítíðarskúlaleiðarin teg um, hvat tú skalt hava í huga, tá ið frítíðarvirksemið byrjar. Áðrenn samanlagda virksemið í summarfrítíðini byrjar, fært tú til dømis at vita, hvørji starvsfólk úr frítíðarskúlanum hjá tínum barni vera til staðar í samanlagda virkseminum.

Tilmeldingarfreistir

Freistirnar at tekna seg til frítíðarplássini 2026 eru hesar: 

  • Páskafrítíðin: 22. mars 2026
  • Summarfrítíðin: 31. mai 2026
  • Heystfrítíðin: 20. september 2026

Tú finnur eisini freistirnar á síðuni hjá frítíðarskúlanum, har títt barn vanliga gongur.

Ein mánaða fyri tilmeldingarfreistina festa allir dagstovnar í kommununi eitt uppslag um tilmelding og freist á kunningarveggin í dagstovninum. Hetta er fyri at minna foreldur á tilmeldingina.

Gev gætur, at tað er tín egna ábyrgd sum foreldur at melda barnið rættstundis til frítíðarpláss.

Finn frítíðarskúla

Upplatingartíðir í frítíðunum

Í frítíðunum eru stovnarnir opnir frá klokkan 7.45 til 17.

Hvussu síggi eg, hvør stovnur er opin í summarfrítíðini?

Hevur tú teknað títt barn til samanlagt virksemi í summarfrítíðini, kunna vit teg um, hvør frítíðarskúli er opin, tá tilmeldingarfreistin er farin. Hesa kunning fært tú frá leiðaranum í frítíðarskúlanum, títt barn hoyrir til.

Hvussu leingi er tilmeldingin opin?

Tilmeldingin er opin í minsta lagi fýra vikur.

Nær fái eg kunning um frítíðarplássið, mítt barn er meldað til?

Tá ið frítíðin nærkast, fært tú nærri upplýsingar um, hvat tú skalt hava í huga. Kunningina fært tú frá leiðaranum í frítíðarskúlanum hjá tínum barni.

Hevur tú teknað barnið til samanlagt virksemi í summarfrítíðini, fært tú millum annað at vita, hvørji starvsfólk frá frítíðarskúlanum hjá tínum barni vera til staðar í samanlagda virkseminum.

Barna- og ungdómsdeildin
Barna- og ungdómsdeildin

Niels Finsens gøta 31
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10

torshavn@torshavn.fo

Les um Barna- og ungdómsdeildina

Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15