Skúli


Barnatannrøkt og heilsufrøðingatænastur

Øll børn og ung millum 0-17 ár eru fevnd av kommunalu tannrøktini. Tilboðið fevnir bæði um eftirlit, viðgerð, tannrætting og skaðar. Skúlabørn fáa eisini tilboð um fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar frá heilsufrøðingi.

Tannrøkt til børn og ung

Heilsutilboð til skúlabørn

Hevur títt barn tørv á mentori?

Hevur títt barn sálarligar trupulleikar ella stúranir at dragast við? So kann mentorskipaninin fyri ung hjá Barnabata og Tórshavnar kommunu vera ein loysn. Mentorskipanin er eitt upplýsandi, fyribyrgjandi og mennandi tilboð til børn og ung í aldrinum 12-18 ár. 

Mentorskipanin til ung

Frítíðarkalendarin hjá skúlunum

Dagfestingarnar fyri skúlafrítíðina kunnu vera ymiskar frá skúla til skúla. Hetta kemst av, at hvørt skúlaár hava skúlarnir ein ella tveir frídagar at leggja. Hvør skúli sær ger av, hvussu frídagarnir skulu liggja. Kunna teg nærri í álmanakkunum hjá einstøku skúlunum.

Finn skúla

Á flot við Westward Ho 2026
Skúli
Á flot við Westward Ho 2026

Síðani 2009 hevur tað verið fastur táttur, at næmingar í 6. flokki í Tórshavnar kommunu eru farnir ein fiskitúr við Westward Ho. Í ár fara túrarnir fram í tíðarskeiðinum 14. august til 2. september.

Seks grundupptøkuøki til skúlarnar
Skúli
Seks grundupptøkuøki til skúlarnar

15. november 2021 fingu vit 6 nýggj grundupptøkuøki til kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu. Les um upptøkuøkini og dagførdu upptøkureglurnar her.

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin
Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15