Lurta

Eg vil framskunda skúlabyrjan

Ynskir tú, at títt barn skal byrja fyrr í skúla, skalt tú søkja um tað. Títt barn kann í fyrsta lagi byrja í 1. flokki í tí álmanakkaári, barnið fyllir 6 ár.

Áðrenn tú kanst søkja um framskundaða skúlabyrjan, skal viðkomandi skúlin gera eina meting av, um títt barn er til reiðar at byrja í skúla. Metir skúlin, at títt barn fær fylgt við í flokkinum, kann skúlaleiðarin góðkenna, at barnið verður skrivað inn í fyrsta flokk.

Fyri at fáa eina meting gjørda, mást tú seta teg í samband við skúlan, áðrenn innskrivingarfreistin er farin.



Spurningar og svar um at framskunda skúlabyrjan
Hvussu gongur metingin av framskundaðari skúlabyrjan fyri seg?

Er títt barn yngri enn vanligi innskrivingaraldurin, er mannagongdin hendan:

  • tú skrivar barnið inn, tá innskrivingin er
  • skúlin fær listan við øllum innskrivaðum næmingum
  • skúlin setir seg í samband við tey foreldrini, sum hava næmingar, ið eru eldri ella yngri enn vanligi innskrivingaraldurin. Skúlin boðar frá, at Sernám ella skúlaheilsufrøðingurin skal gera skúlabúgviskanning
  • skúlin biður tykkum um loyvi til eisini at seta seg í samband við dagstovnin fyri at fáa teirra meting
  • skúlin fær frágreiðingar frá dagstovninum og annaðhvørt Sernámi ella skúlaheilsufrøðinginum og tekur síðan støðu út frá frágreiðingunum
Nær skal eg søkja um framskundaða skúlabyrjan?

Tú skalt syrgja fyri at skriva títt barn inn í skúlan, áðrenn vanliga innskrivingarfreistin er farin.

Hvør ger av, um mítt barn er til reiðar at byrja fyrr í skúla?

Skúlaleiðarin á ynskta skúlanum ger av, um barnið kann byrja fyrr í skúlanum.

Avgerðin hjá skúlaleiðaranum tekur støði í frágreiðingum og útsagnum frá dagstovninum og annaðhvørt Sernámi ella skúlaheilsufrøðinginum.

Nær fái eg svar um framskundaða skúlabyrjan?

Næmingar, ið eru yngri enn vanligt, fáa ikki bjóðað pláss, fyrr enn Sernám ella heilsufrøðingurin váttar, at næmingurin er skúlabúgvin. Vanliga bjóðar skúlin foreldrunum á fund, tá skúlin hevur fingið metingarnar frá dagstovni og annaðhvørt Sernámi ella heilsufrøðinginum.

Sostatt kanst tú vænta at fáa boð 2-3 mánaðar eftir innskriving.

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15