Lurta
Til lesiveik

Eg vil framskunda skúlabyrjan

Ynskir tú, at títt barn skal byrja fyrr í skúla, skalt tú søkja um tað. Títt barn kann í fyrsta lagi byrja í 1. flokki í tí kalendaraári, barnið fyllir 6 ár.

Áðrenn tú kanst søkja um framskundaða skúlabyrjan, skal viðkomandi skúlin gera eina meting um, hvørt títt barn er til reiðar at byrja í skúla. Kemur skúlin til ta niðurstøðu, at títt barn fær fylgt við í flokkinum, kann skúlaleiðarin góðkenna, at barnið verður skrivað inn í fyrsta flokk.

Fyri at fáa eina meting, skalt tú seta teg í samband við skúlan, sum tú ynskir at skriva barnið inn í, áðrenn innskrivingarfreistin er farin.



Spurningar og svar um at framskunda skúlabyrjan
Hvussu gongur metingin av framskundaðari skúlabyrjan fyri seg?

Er títt barn yngri enn vanligi innskrivingaraldurin, er mannagongdin hendan:

  • Tú skrivar barnið inn, tá innskriving er
  • Skúlin fær listan við øllum innskrivaðum næmingum
  • Skúlin setur seg í samband við tey foreldrini, ið hava næmingar, sum eru eldri ella yngri enn vanligi innskrivingaraldurin. Skúli boðar frá, at Sernám ella skúlaheilsufrøðingurin skal gera skúlabúgviskanning
  • Skúlin biður tykkum um loyvi til at seta seg eisini í samband við dagstovnin fyri at fáa teirra meting
  • Skúlin fær frágreiðingar frá dagstovninum og annaðhvørt Sernámi ella skúlaheilsufrøðinginum og tekur síðan støðu út frá frágreiðingunum
Nær skal eg søkja um framskundaða skúlabyrjan?

Tú skalt syrgja fyri at skriva títt barn inn í skúlan, áðrenn vanliga innskrivingarfreistin er farin.

Hvør ger av, um mítt barn er til reiðar at byrja fyrr í skúla?

Skúlaleiðarin á ynskta skúlanum ger av, um barnið kann byrja fyrr í skúlanum.

Avgerðin hjá skúlaleiðaranum tekur støði í frágreiðingum og úttalilsum frá dagstovninum hjá barninum og annaðhvørt Sernámi ella skúlaheilsufrøðinginum.

Nær fái eg svar til mína umsókn um framskundaða skúlabyrjan?

Næmingar, ið eru yngri enn vanligt, fáa ikki bjóðað pláss, fyrr enn Sernám ella heilsufrøðingurin váttar, at næmingurin er skúlabúgvin. Vanliga bjóðar skúlin foreldrunum á fund, tá skúlin hevur fingið metingarnar frá dagstovni og annaðhvørt Sernámi ella heilsufrøðinginum.

Tú kanst tí vænta at fáa boð 2-3 mánaðar eftir innskriving.

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15