Lurta

Eg vil útseta skúlabyrjan

Øll børn skulu byrja í skúla sama álmanakkaári, tey fylla sjey ár. Í summum førum ber tó til at útseta skúlabyrjanina eitt skúlaár.

Fyri at fáa loyvi til at útseta skúlabyrjanina hjá tínum barni, skalt tú frammanundan hava sett teg í samband við Barna- og ungdómsdeildina um barnið. Harafturat skal skúlin gera eina meting av tínum barni. Niðanfyri kanst tú lesa um, hvat krevst fyri at útseta skúlabyrjan, og hvussu tú skalt gera.



Hent at vita um at útseta skúlabyrjan
Hvar kann eg leita mær ráð um at útseta skúlabyrjan?

Umhugsar tú at útseta skúlabyrjanina hjá tínum barni, er frægast at taka hetta upp við dagstovnin, áðrenn barnið skal skrivast inn í skúla.

Meginreglan er, at øll børn byrja í skúla sama kalendaraár, tey fylla sjey ár. Skúlarnir eru til reiðar at taka ímóti børnunum, tá tey hava skúlaaldur. Hóast tað er ymiskt, hvussu klár børnini eru til at byrja í skúla, eru skúlarnir væl útgjørdir til at taka ímóti børnunum og at møta børnunum, har tey eru í síni menning.

Til ber at útseta skúlagongd í samráð við skúla og barnagarð, um barnið er á markinum til skúlaaldur.

Summi børn kunnu fáa útsett skúlabyrjanina, um stúrt verður fyri menningini og trivnaðinum hjá barninum, og um Barna- og ungdómsdeildin í Tórshavnar kommunu og Sernám hava viðmælt at útseta skúlabyrjanina.

Barna- og ungdómsdeildin ger bara tilmæli um at útseta skúlabyrjan í teimum førum, har dagstovnurin ella foreldrini eru heldur stúrin um skúlabyrjanina, og har samband er við Barna- og ungdómsdeildina frammanundan.

Harumframt skal samband vera frammanundan millum Sernám og Barna- og ungdómsdeildina viðvíkjandi barninum.

Sambandið við Barna- og ungdómsdeildina og Sernám skal takast upp umvegis dagstovnin hjá tínum barni.

Eru tit sum foreldur ósamd við metingini hjá dagstovninum, kunnu førleikastovurnar hjá skúlunum gera eina meting um førleikarnar hjá tykkara barni. Hetta kann til dømis vera, um dagstovnurin mælir tykkara barni frá at fara í skúla, meðan tit hinvegin vilja hava barnið í skúla.

Kunngerð um førleikastovur (logir.fo)

Finn dagstovn

Hvussu útseti eg skúlabyrjanina?

Soleiðis gert tú:

  • Set teg í samband við skúlaleiðaran í tí skúlanum, tú ynskir, at barnið skal ganga í. Tú finnur skúlan við at nýta leinkjuna niðanfyri. Eisini kanst tú taka tíni ivamál upp við leiðaran á dagstovninum hjá tínum barni.
  • Sernám ella skúlaheilsufrøðingurin kunnu gera eina kanning av tínum barni viðvíkjandi grundleggjandi evnum og førleikum, sum børn eiga at hava ment, tá tey byrja í skúla, um tey meta, at tørvur er á tí. Talan er um eina kanning av kognitivu evnunum hjá tínum barni.
  • Koma Sernám og skúlin til ta niðurstøðu, at tað er ráðiligt, grundað á menningina hjá tínum barni, at barnið fer eitt ár seinni í skúla, kanst tú skriva barnið inn í skúlan árið eftir

Finn skúla

Nær er seinasta freist at søkja um útsetta skúlabyrjan?

Umsóknarfreistin er tann sama sum freistin fyri innskriving í skúla.

Nær fái eg svar á mína umsókn?

Tú kanst vænta tær svar í februar ella mars mánaða 2021.

Undirvísingarskyldan sbrt. fólkaskúlalógini

Lógarheimildin at framskunda ella útseta skúlabyrjan stendur at lesa í fólkaskúlalógini § 42, stk. 2 og 3. Tú kanst lesa nærri her:

Lógin um fólkaskúlar (logir.fo)

Kunngerð um førleikastovur (logir.fo)

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15