Lurta

Flyt skúla/tilflytarar

Ynskir tú at flyta títt barn í annan skúla, skalt tú søkja um tað. Hevur tú stovnað Samleikan, skalt tú gera tað á Vanganum.

Søk um at flyta skúla á Vanganum

Hevur tú ikki fingið tær Samleikan enn, kanst tú stovna tær Samleikan á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at nýta Samleikan og Vangan, tí samskiftið er bæði tryggari og skjótari. Harafturat hevur tú møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Samleikin.fo

Leiðreglurnar fyri upptøku av næmingum verða endurskoðaðar í løtuni. Tær verða tøkar aftur, tá viðgerðin er liðug.


Ofta settir spurningar
Hvagar vendi eg mær, um eg flyti til kommununa við barni í skúlaaldri?

Flytir tú til Tórshavnar kommunu, og ynskir tú, at títt barn skal ganga í skúla í kommununi, skalt tú skriva barnið inn í talgildu bókingarskipanini BARN.

Fyri at vita, um skúlin hevur eitt tøkt pláss, kanst tú seta teg í samband við leiðsluna á skúlanum, sum tú ætlar at skriva barnið inn á.

Finn skúla

Ber til at søkja um pláss í skúla, hóast barnið ikki hevur føroyskt p-tal?

Ja. Býrt tú uttanlands, og skalt flyta til Tórshavnar kommunu, kanst tú skriva barnið inn, hóast tað framvegis ikki hevur fingið føroyskt p-tal.

Hvussu fái eg at vita, hvønn flokk barnið kemur í?

Skúlin ger av, hvønn flokk, barnið kemur í. Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til skúlan, sum barnið fer at ganga í.

Finn skúla

Sleppur mítt barn at halda fram í sama skúla, um vit flyta til annan bústað í kommununi?

Ja. Barnið kann halda fram í sama skúla, um tað flytur til annan bústað í Tórshavnar kommunu.

Flytur barnið hinvegin til annan bústað í aðrari kommunu, kann tað ikki ganga í skúla í Tórshavnar kommunu. Flyta tit til aðra kommunu í einum skúlaári, kann næmingurin tó halda fram í skúlanum í Tórshavnar kommunu, til skúlaárið er av.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki brúkt Vangan, kanst tú nýta umsóknarskjalið niðanfyri. Fyll skjalið út og send tað til torshavn@torshavn.fo ella handa okkum skjalið á Snarskivuni í Tórshavn.

Velur tú at lata skjalið inn í telduposti, minst so til at skriva »Umsókn um skúlaskifti« í evnisteigin.

Umsókn um at flyta skúla

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15