Lurta
Til lesiveik
Gestanæmingar
Næmingar, ið búgva uttanlands, kunnu í eitt styttri tíðarskeið vera gestanæmingar í skúla ella forskúla í Tórshavnar kommunu.
Tú skalt søkja um pláss við at venda tær til tann skúlan, tú ynskir, at barnið skal ganga í, meðan tað vitjar í Føroyum. Niðanfyri sært tú eitt yvirlit yvir skúlarnar. Her finnur tú sambandsupplýsingar hjá ymsu skúlunum.
Finn skúla
Treytir fyri upptøku sum gestanæmingur
Treytir fyri upptøku sum gestanæmingur
Títt barn kann vera gestanæmingur í skúla ella í forskúla í eitt stutt tíðarskeið, um barnið:
- Er og ferðast hjá familju
- Býr hjá familju eina tíð, tí foreldur til dømis eru sjúk
- Foreldur eru heima í starvsvenjing í samband við útbúgving
- Foreldur eru útsend av arbeiðsplássinum
- Barnið býr hjá tí foreldrinum, sum barnið ikki hevur bústað hjá
- Barnið hevur gingið í flokkinum fyrr og er heima og ferðast
Niðanfyri finnur tú leiðreglurnar fyri upptøku av gestanæmingum.
Leiðreglur fyri upptøku av gestanæmingum í Tórshavnar kommunu
Skal barnið eisini í frítíðarskúla?
Skal barnið eisini í frítíðarskúla?
Tað er ikki vist, at títt barn eisini fær pláss í frítíðarskúla, hóast barnið fær tillutað pláss á einum skúla. Tú skalt venda tær til frítíðarskúlarnar í kommununi fyri at kanna tínar møguleikar. Kunna teg nærri um frítíðarskúlarnar niðanfyri.
Skriva inn í frítíðarskúla
Finn frítíðarskúla