Lurta

Næmingar við øðrum heimamáli enn føroyskt

Næmingar, sum hava eitt annað heimamál enn føroyskt og ikki hava lært føroyskt, áðrenn teir byrja í fólkaskúlanum, kunnu fáa serstaka undirvísing í føroyskum.

Skúlin, sum barnið gongur í ella fer at ganga í, søkir um tímar til hetta endamálið.

Undirvísingin er annaðhvørt einstaklingaundirvísing ella undirvísing í bólkum. Undirvísingin fer fram í vanligu skúlatíðini. Næmingarnir verða sostatt tiknir úr øðrum tímum fyri at hava tímar í føroyskum.

Harafturat skipar Tórshavnar Kvøldskúli fyri skeiði í føroyskum til tilflytarar í aldrinum 8-16 ár. Endamálið er, at næmingarnir læra føroyskt og um føroyska mentan gjøgnum spæl, ítriv, samrøður og undirvísing. Kvøldskúlatilboðið til børn er um dagin.

Kvøldskúlin – Føroyskt sum fremmandamál (verður umsitið av kvøldskúlanum)



Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15