Skriva inn á Nám X
Tíggindi árgangur í Tórshavnar kommunu er skipaður í einari eind, sum eitur Nám X, og sum húsast í Eysturskúlanum.
Greiður skilnaður er millum Nám X og restina av skúlanum. Nám X miðar eftir at vera byrjanin til miðnám ella eina verkliga útbúgving, heldur enn at vera endin á fólkaskúlanum.
Tilmeldingarfreist
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin til Nám X er týsdagin 15. mars 2022.
Innskrivingin er opin frá 1. februar til 15. mars.
Tú skrivar teg upp umvegis heimasíðuna hjá Eysturskúlanum.
Kunning og fundir
Kunning og fundir
Kunningarfundir um Nám X verða í februar í 2022.
Fundirnir eru í skúlunum, sum hava hádeild. Hesir skúlar eru:
- Skúlin á Argjahamri
- Skúlin á Fløtum
- Eysturskúlin
- Kollafjarðar skúli
- Skúlin við Løgmannabreyt
- Hoyvíkar skúli
Kunna teg nærri um fundartíðirnar á heimasíðunum hjá skúlunum, tá vit nærkast februar. Heimasíðurnar hjá skúlunum finnur tú niðanfyri.