Lurta

Skriva inn í forskúla

Øll børn kunnu byrja í forskúla í august mánaða í sama álmanakkaári, tey fylla seks ár.

Innskrivingin til skúlaárið 2024/25 er tøk frá fríggjadegnum 15. desember 2023 klokkan 11 til mikudagin 17. januar 2024 klokkan 13.

Gev gætur, at vilt tú skriva barnið inn í forskúlalíknandi tilboðið í Nólsoy ella í Velbastaðar skúla, skalt tú venda tær til leiðsluna í viðkomandi skúla.

SKRIVA INN Í FORSKÚLA

Gev gætur, at innskrivingardagurin ikki hevur nakað at siga fyri upptøkuna av børnum í skúlarnar. Tað vil siga, at tað hevur einki at siga, hvør skrivar sítt barn inn fyrst. Tú skalt bara syrgja fyri at skriva barnið inn, áðrenn freistin er farin.

Vanliga talgilda innskrivingin krevur, at tú ritar inn við Samleikanum. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)


Forskúlar í Tórshavnar kommunu

Í Tórshavnar kommunu eru seks forskúlar umframt forskúlalíknandi tilboð í Nólsoy og í Velbastaðar skúla. Hesir skúlar hava forskúlar og forskúlalíknandi tilboð:

  • Sankta Frans skúli
  • Skúlin á Argjahamri
  • Skúlin á Fløtum
  • Frískúlin Lítliskúli
  • Eysturskúlin
  • Kaldbaks skúli
  • Velbastaðar skúli (forskúlalíknandi tilboð)
  • Nólsoyar skúli (forskúlalíknandi tilboð)

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar forskúlarnir eru í kommununi. Trýst á frámerkini fyri at kunna teg nærri um einstøku skúlarnar.



Soleiðis gert tú
Rita inn við Samleikanum

Tú ritar inn í plássskipanina við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan.

Skriva inn í skúla

Hevur tú ikki longu stovnað tær Samleikan, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Plássskipan okkara er somuleiðis tengd at postskipanini MínBoks og sendir tær kvittanir fyri tað, tú hevur gjørt í skipanini. Tá tú hevur stovnað tær Samleikan, fært tú atgongd til tína MínBoks á Vanganum.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Vel spjaldrið við navninum á barninum

Í erva á byrjanarsíðuni sært tú eitt spjaldur við navninum á tínum barni. Trýst á navnið, so sleppur tú framat innskrivingarmøguleikunum.

Vel sjálvgreiðsluna

Nú velur tú »Sjálvgreiðsla«:

Vel røttu dagfestingina í álmanakkanum

Nú skalt tú í álmanakkanum áseta byrjanardagin til 16. august 2024. Tað er umráðandi, at tú ásetir rætta byrjanardagin, tí annars fært tú ikki røttu valmøguleikarnar fram á skíggjan.

Finn rætta tilboðið í listanum

Nú skal tú velja, hvønn skúla og frítíðarskúla, tú vilt skriva barnið inn í.

Tá tú hevur trýst á »Vel stovn«, sært tú allar valmøguleikarnar á einum lista.

Her finnur tú tann forskúlan, skúlan og frítíðarskúlan, tú leitar eftir. Skúlarnir eru skipaðir eftir stavraðnum. Síðan velur tú júst tað tilboðið, tú ætlar tær.

Tú kanst velja at skriva barnið inn til fylgjandi tilboð:

  • Forskúla
  • Forskúla og frítíðarskúla
  • Frítíðarskúla hjá forskúla
  • Skúla
  • Skúla og frítíðarskúla 1. og 2. flokkur
  • Frítíðarskúla hjá 3. flokki

Tá tú hevur valt rætta tilboðið, leitar skipanin eina løtu, til plássið er funnið.

Fyll sambandsupplýsingarnar út og vátta innskriving

Tá tú hevur valt rætta tilboðið, letur nýggjur gluggi seg upp, og tú verður spurd um at fylla út nakrar teigar við sambandsupplýsingum hjá hinum foreldrinum. Fyll sambandsupplýsingarnar út og trýst á »Goym«.

Gev gætur, áðrenn tú trýstir á goym: skrivar tú eitt barn inn í forskúla ella skúla, sum gongur í barnagarði, skalt tú vita, at plássið í barnagarðinum verður sagt upp, tá tú trýstir á »goym«. Orsøkin er, at tað letur seg ikki gera at hava pláss í barnagarði og forskúla ella skúla í senn.

Tá tú skrivar barnið inn í skúla frá 16. august 2024, verður plássið í barnagarðinum sagt upp við virknað frá 15. august 2024. Hetta verður eftirfylgjandi rættað av umsitingini til 31. juli 2024. Angrar tú, at tú hevur sagt barnagarðsplássið upp, og ynskir tú at fáa pláss í barnagarði aftur, mást tú bóka dagstovnapláss av nýggjum í bókingarskipanini.

Fyrireika teg til at skriva barnið inn í skúla
Ber til at skriva barnið inn í forskúla, hóast barnið ikki hevur føroyskt p-tal?

Ja. Búgva tit til dømis uttanlands og skulu flyta til Tórshavnar kommunu, ber til at skriva barnið inn, hóast tað ikki hevur fingið føroyskt p-tal enn. Tá skulu tit útvega barni tykkara eitt TK-tal frá Tórshavnar kommunu, sum tit kunnu brúka til at skriva barnið inn í skúla í talgildu skipanini.

Kunna teg nærri á síðu okkara um TK-tal:

TK-tal

Tosa við barnagarðin um at fara í forskúla

Spyr leiðaran og námsfrøðingarnar í barnagarðinum um skiftið úr barnagarði í forskúla. Summir barnagarðar hava mannagongdir fyri, hvussu børnini best fyrireikast til at fara í skúla.

Finn dagstovn

Kunna teg um, hvar forskúlarnir eru í Tórshavnar kommunu

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar forskúlarnir eru, og hvør forskúli er næstur tínum bústaði. Skriva tín bústað í leititeigin.

Trýstir tú á frámerkini á kortinum, verður tú beind víðari til heimasíðuna hjá einstaka forskúlanum.

Tak lut á kunningarfundum á skúlunum

Summir skúlar skipa fyri kunningarfundi í januar mánaða, áðrenn innskrivingarfreistin til skúlarnar er farin.

Kunna teg nærri á heimasíðunum hjá skúlunum.

Finn skúla

Mítt barn skal byrja seinni í forskúla

Børn kunnu bíða við at byrja í forskúla, til tey eru eldri enn seks ár. Kunna teg nærri á síðu okkara um útsetan av skúlabyrjan. Har kanst tú eisini lesa meira um, hvussu tú kannar, um títt barn skal byrja seinni í skúla.

Eg vil útseta skúlabyrjan

Eru bíðilistar til forskúlarnar?

Ja. Tú kanst skriva títt barn upp á bíðilista, um einki pláss er tøkt í einum skúla.

SOLEIÐIS VERÐUR TÍTT BARN SKRIVAÐ UPP Á BÍÐILISTA:

  • Hevur tú skrivað títt barn inn í skúla og fingið boð frá Mentamáladeildini um, at einki pláss er tøkt, bjóða vit tær pláss á bíðilistanum til skúlan, sum tú hevur ynskt.
  • Verður plássið tøkt, fært tú boð frá skúlanum

TREYTIR FYRI BÍÐILISTA:

  • Bíðilistarnir í sambandi við útlutan av plássum til forskúla og fyrsta flokk fylgja somu leiðreglum, sum tá børn fáa pláss í skúla. Leiðreglurnar finnur tú við at trýsta á leinkið niðanfyri

Hevur tú aðrar spurningar um bíðilistar, kanst tú venda tær til viðkomandi skúlarnar, sum umsita bíðilistarnar.

Kunna teg nærri um reglurnar í leiðreglunum fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar.

Finn skúla

Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar

Eg ynski, at mítt barn skal ganga í frítíðarskúla

Frítíðarskúli er fyri børn í forskúla til og við 3. flokk. Ynskir tú, at títt barn skal ganga í frítíðarskúla, skalt tú sjálv syrgja fyri at bóka tínum barni eitt pláss. Tá tú skrivar títt barn inn í skúla, skalt tú velja, um barnið skal í frítíðarskúla ella ikki.

Tú kanst ikki velja ein og hvønn frítíðarskúla. Frítíðarskúlarnir eru skipaðir soleiðis, at hvør frítíðarskúli tekur børn inn úr ávísum skúla. Tað vil siga, at valið av frítíðarskúla er tengt at skúlavalinum.

Tað er ikki neyðugt at skriva tey børnini, sum frammanundan ganga í frítíðarskúla, inn av nýggjum. Vilt tú hinvegin siga plássið í frítíðarskúla frá tær komandi skúlaár, kanst tú rita inn í BARN-skipanina og siga plássið upp har. Tú fært atgongd til BARN-skipanina frá síðu okkara um uppsøgn av frítíðarskúla:

Skriva inn í frítíðarskúla

Sig upp frítíðarskúla

Nær fái eg at vita, hvørjum skúla mítt barn er upptikið á?

Tú fært svar frá skúlanum í februar mánaða, um pláss er á skúlanum.

Hevur skúlin ikki pláss fyri tínum barni, fært tú skrivlig boð frá Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu. Er pláss í einum av hinum skúlunum, kanst tú taka av plássi í forskúla har.

Í hesum sambandi geva vit tær møguleika fyri at skriva barnið upp á bíðilista til skúlan, sum tú hevur ynskt.

Hvar kann eg fáa meira at vita um skúlabyrjan?

Set teg í samband við skúlan fyri at fáa meira at vita um skiftið úr barnagarði í forskúla.

Finn skúla

Hvørjum skúla skal mítt barn ganga í?
Skúlaval

Skúlarnir hava upptøkuøki

Bæði skúlarnir í miðstaðarøkinum og smáu skúlarnir á bygd hava upptøkuøki. Tó er tað soleiðis, at meðan mørkini fyri upptøkuøkini í miðstaðarøkinum kunnu flyta seg frá einum ári til tað næsta, tí tey verða lagað eftir talinum á børnum í økjunum, so eru upptøkuøkini fyri smærri skúlarnar føst (Kollafjarðar skúli, Kaldbaks skúli, Velbastaðar skúli og Nólsoyar skúli). Bara tey, sum búgva í hesum økjunum, kunnu skrivast inn í skúlarnar, sum hoyra til økini:

  • Velbastaðar skúli er til næmingar búsitandi í Kirkjubø og á Velbastað
  • Kaldbaks skúli er til næmingar búsitandi í Kaldbak og í Kaldbaksbotni
  • Nólsoyar skúli er til næmingar búsitandi í Nólsoy
  • Kollafjarðar skúli er til næmingar búsitandi í Kollafirði, í Signabø og á Oyrareingjum

Tá tilgongdin til ein skúla er størri enn talið av tøkum plássum, verða plássini lutað út við støði í politiskt samtyktum leiðreglum, sum tú finnur leinki til niðast á hesari síðuni.

FORSKÚLAR Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Forskúlar eru ikki í øllum skúlum, og sostatt er ikki pláss í forskúlunum fyri øllum seks ára gomlum børnum í Tórshavnar kommunu. Plássini eru býtt soleiðis:

  • Sankta Frans skúli hevur pláss fyri 48 forskúlabørnum
  • Skúlin á Argjahamri hevur pláss fyri 48 forskúlabørnum
  • Skúlin á Fløtum hevur pláss fyri 72 forskúlabørnum
  • Lítliskúli hevur pláss fyri 18 forskúlabørnum
  • Nólsoyar skúli hevur pláss fyri teimum seks ára gomlu børnunum, sum búgva í Nólsoy
  • Kaldbaks skúli hevur pláss fyri teimum seks ára gomlu børnunum, sum búgva í Kaldbak og í Kaldbaksbotni
  • Velbastaðar skúli hevur pláss fyri teimum seks ára gomlu børnunum, sum búgva á Velbastað og í Kirkjubø

Forskúlalíknandi tilboðini í Nólsoy og í Velbastaðar skúla eru skipað samstarv millum dagstovn og skúla. Endamálið er at geva børnunum eitt gott og samanhangandi tilboð, har fakliga grundarlagið hjá lærarum og námsfrøðingum stuðla upp undir eitt tvørfakligt undirvísingar- og frítíðartilboð. Børnini eru í skúlanum tveir tímar um dagin og á dagstovninum restina av degnum.

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar skúlarnir og upptøkuøkini eru í Tórshavnar kommunu. Tøppa tín bústað inn í leititeigin á kortinum, so sært tú, hvørjum upptøkuøki tit búgva í, og hvønn skúla tit hoyra til.

Tá tú skrivar títt barn inn í forskúla, skalt tú velja, um barnið skal í frítíðarskúla ella ikki. Tú kanst ikki velja ein og hvønn frítíðarskúla. Frítíðarskúlarnir eru skipaðir soleiðis, at hvør frítíðarskúli tekur børn inn úr ávísum skúla. Tað vil siga, at valið av frítíðarskúla er tengt at skúlavalinum.

Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar

Flyt skúla ella tilflytari

Gestanæmingar

Hvussu fái eg at vita, hvønn flokk mítt barn kemur í?

Skúlin ger av, hvønn flokk, barnið fer í. Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til skúlan, sum barnið fer at ganga í.

Finn skúla

Hent at vita um talgildu innskrivingina
Fortreytir fyri upptøku av tínum barni

Vit royna altíð at lata barnið sleppa í skúla so nær heiminum sum gjørligt. Búgva stórir árgangir av børnum nærhendis einum ávísum skúla, kann tó verða neyðugt at flyta næmingar í annan skúla enn tann, sum er næstur heiminum.

Avgerð um pláss verður tikin við støði í hesum meginreglum:

Forskúli:

  1. Innskrivingin er komin, áðrenn freistin er farin
  2. Barnið hevur systkin í skúlanum
  3. Barnið býr í grundupptøkuøkinum hjá skúlanum

Fyrsti flokkur:

  1. Barnið gongur í forskúla í skúlanum
  2. Innskrivingin er komin, áðrenn freistin er farin
  3. Barnið hevur systkin í skúlanum
  4. Barnið býr í grundupptøkuøkinum hjá skúlanum
  5. Onnur serlig viðurskifti
Hvør kann skriva eitt barn upp?

Fyri at kunna skriva títt barn inn í ein skúla, skalt tú:

  • vera búsitandi í Tórshavnar kommunu
  • hava foreldramyndugleikan yvir barninum
  • tú og barnið skulu hava sama bústað

Harafturat kunnu foreldur, sum skulu flyta til Tórshavnar kommunu, skriva síni børn inn í skúla. Les meira á síðu okkara um at flyta skúla.

Flyt skúla/tilflytari

Fái eg angrað mítt val av skúla?

Tú kanst søkja um at broyta títt val av skúla. Tú skalt tá fylgja somu mannagongd, sum tá tú flytur skúla.

Flyt skúla/tilflytari

Tøkniligar fortreytir fyri innskriving í skúla

Fyri at nýta talgildu innskrivingina, skalt tú í minsta lagi hava:

  • teldu, teldil ella snildfon
  • netsamband
  • Samleikan og MínBoks
Innskriving uttan innritan

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta talgildu bókingarskipanina ella Samleikan og MínBoks, kanst tú brúka umsóknarblaðið, sum tú finnur niðanfyri. Send umsóknarblaðið til torshavn@torshavn.fo. Letur tú umsóknina inn sum teldubræv, minst so til at skriva »Innskriving í forskúla« í evnisteigin.

Skriva inn í forskúla

Forskúlagjald

Forskúlagjaldið í 2024 er kr. 993 um mánaðin. Í forskúla er systkinaavsláttur, og tað vil siga, at tú rindar bara fyri tað yngsta barnið. Hevur barnið fleiri systkin, skalt tú ikki rinda fyri tey.

Systkinaavslátturin fevnir tó ikki um frítíðarskúlan í 3. flokki.

REGLUVERK

Fólkaskúlalógin

Lógin um fólkaskúlar (logir.fo)

Upptøkureglur

Leiðreglurnar fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar finnur tú her:

Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Mentamáladeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15