Tað er umráðandi fyri ferðslutrygdina og trivnaðin í grannalagnum, at tú minnist til at klippa runnar og annan vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum. Les meira her:
Tinghúsvegurin er stongdur fyri allari ferðslu frá klubbagarðinum niðan til Sverrisgøtu frá mánadegnum 5. oktober klokkan 8 til fríggjadagin 20. november klokkan 16. Teinurin er stongdur í sambandi við umvæling av umsitingarbygninginum hjá løgtinginum.
Økið á Lygnnesi er nú boðið út av nýggjum við broyttum fortreytum. Freistin at lata inn tilboð er 12. oktober 2026 klokkan 12 umvegis Útboðsportalin hjá Tórshavnar kommunu.
Útboðið at byggja bústaðir á Lygnnesi tøkt á Útboðsportalinum
Tórshavnar kommuna ger regluligar sýnistøkur av vatninum, har fólk í kommununi svimja og dyppa. Fylg við her:
11. september 2018 kom nýggj kunngerð í gildi fyri oljutangar. Lógarbroytingin inniber, at tú skalt skráseta oljutangan og syrgja fyri at taka hann úr nýtslu, áðrenn hann gerst ov gamal, soleiðis at tú sleppur undan kostnaðarmiklari umhvørvisdálking og upprudding.
Tinghúsvegurin er stongdur fyri allari ferðslu frá klubbagarðinum niðan til Sverrisgøtu frá mánadegnum 5. oktober klokkan 8 til fríggjadagin 20. november klokkan 16. Teinurin er stongdur í sambandi við umvæling av umsitingarbygninginum hjá løgtinginum.
Seinnapartin vórðu virðislønir M. A. Jacobsens 2026 handaðar í Auluni í Finsen.
Íslandsvegurin verður asfalteraður hóskvøldið 1. oktober frá kl. 18 til 24.
Íbúgvar á Bjarnoyarvegnum verða bidnir um at brúka Grønlandsvegin.
Íbúgvar á Orknoyarvegnum og Hetlandsvegnum verða bidnir um at brúka Noregsvegin.

Vit kanna í løtuni áhugan fyri at byggja sethús og frítíðarhús í Hesti. Vísir áhugin seg at vera nóg stórur, ætlar kommunan at stykkja út smærri grundstykkir í sunnara enda av bygdini. Les meira og gev tín áhuga til kennar her.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 17. september 2026 uppskot um broyting av almennu byggisamtyktini fyri part av matrikklunum 203c, 309, 209a og 308 í Kollafirði. Endamálið við uppskotinum er at skipa økið til íbúðarbygging.
Freistin at senda inn mótmæli ella broytingaruppskot er 2. november 2026.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 17. september 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matrikklunum 42i, 200a og 200e, Kirkjubøur (Argir). Uppskotið snýr seg um at broyta part av matrikklunum 42i og 200e, Kirkjubøur, frá umráðisparti A1 til umráðispart D1 og at broyta part av matrikkli 200a, Kirkjubøur, frá umráðisparti D1 til umráðispart A1.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 2. november 2026.
Uppskotið hevur áður ligið til almenna hoyring og er nú broytt, soleiðis at krav til felagshøli er hækkað og vegurin í fylgiskjali 2 ikki verður nágreinaður. Uppskotið snýr seg um at skipa økið til bústaðarbygging. Freistin at lata inn viðmerkingar og mótmæli er 30. oktober 2026.