Koppseting fyri krím

Koppseting fyri krím er ókeypis, um tú ert í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av krími. Hevur tú góða heilsu og ert væl fyri, og ynskir tú at verða koppsett fyri krím, kanst tú venda tær til egnan lækna og rinda fyri eina koppseting.



Reglur fyri koppseting móti krími
Hvør kann fáa ókeypis koppseting fyri krím?

Tú kanst fáa ókeypis koppseting fyri krími, um tú:

  • Ert fylt 65 ár í seinasta lagi 20. desember í koppsetingarárinum
  • Hevur varandi lungnasjúku
  • Hevur hjarta- og æðrasjúku, undantikið hækkað blóðtrýst við ongari sjúku annars
  • Hevur diabetes 1 ella 2
  • Hevur immundefekt, ið antin er viðføtt ella íkomið
  • Hevur ávirkaðan andadrátt, sum kemst av, at vøddamegin er niðursett
  • Hevur varandi livrasvigna ella nýrasvigna
  • Hevur ovurfita, BMI > 35
  • Hevur aðra varandi sjúku ella støðu, har læknin metir, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at krím ella covid-19 hevur við sær álvarsligan heilsuvanda. Hetta fevnir eisini um børn eldri enn seks mánaðir.
  • Ert barnakona frá 13. barnsburðarviku
  • Ert partur av húski, har persónur hevur immundefekt ella barn er í øktum vanda fyri at fáa álvarsliga influensu ella covid-19
  • Ert starvsfólk innan heilsuøkið og røktarøkið, sum hevur tætt samband við persónar, ið eru í øktum vanda fyri álvarsligari sjúkugongd við influensu í sambandi við uppgávur innan røkt, umsorgan og viðgerð

Koppsetingarkunngerðina sært tú her:

Kunngerð nr. 148 frá 25. september 2025 um ókeypis koppseting (logir.fo)

Nær kann eg verða koppsett ókeypis?

Tilboðið um ókeypis koppseting fyri krím er galdandi í tíðarskeiðnum 1. oktober til og við 20. desember.

Hvussu fái eg koppsetingina?

Tú kanst tú bíleggja tíð hjá tínum lækna. Harumframt kanst tú fylgja við í almennu koppsetingartilboðunum, sum miðlarnir viðhvørt kunna um.

Nær er best at verða koppsett?

Koppsetingin fyri krím verjir tey flestu, men ikki øll. Til ber at fáa krím, hóast tú ert koppsett, men sjúkugongdin verður vanliga mildari.

Tú kanst rokna við, at tað kann taka tvær til tríggjar vikur, áðrenn koppsetingin verjir teg heilt ímóti smittu.

Bakgrundskunning

Kunna teg nærri á heimasíðuni hjá Heilsutrygd.

Ókeypis koppseting ímóti influensu (heilsutrygd.fo)

Ókeypis koppseting verður veitt við heimild í § 5 í koppsetingarkunngerðini. Kunngerðina sært tú her:

Kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum (logir.fo)