Lurta

Open Gym í venjingarmiðstøð

Ert tú fólkapensjonistur í Tórshavnar kommunu, hevur tú møguleika fyri at venja saman við fysioterapeutum í venjingarmiðstøðini Burn í miðbýnum í Havn. Í venjingarmiðstøðini er lyfta, og tað vil siga, at tú eisini kanst venja í BURN, um tú ert rørslutarnað.



Open Gym
Hvør hevur møguleika fyri at luttaka í Open Gym?

Open Gym er til tín, sum ert fólkapensjonistur, og sum ynskir at gerast betur fyri kropsliga.

Hvussu meldi eg meg til?

Tilmelding er ikki neyðug. Tú kanst bara møta upp í BURN týsdag ella hósdag kl. 9.30

Hvat er endamálið við venjingini?

Endamálið við venjingini er, at tú endurvinnur tínar rørsluførleikar, soleiðis at tú kanst hava eitt virkið og vakið eldralív. Venjingarnar eru samstundis ein góður máti at koma saman við øðrum og møta nýggjum fólki.

Hvussu sær venjingarætlanin út?

Í Open Gym leggja vit dent á bæði styrki og at betra um konditiónina. Saman við tær leggja vit eina ætlan, soleiðis at venjingarnar hóska til tín tørv og tína heilsustøðu.

Nær er venjingin?

Vit venja týsdagar og hósdagar kl. 9.30 – 11.30

Hvussu leingi varir hvør venjing?

Tað er ymiskt, hvussu leingi hvør venjing varir, tí tað veldst um tína heilsustøðu. Starvsfólk hjá fysioterapitoyminum í Heilsu- og umsorganartænastuni eru hjástødd týsdagar og hósdagar kl. 9.30 til 11.30. Tey vegleiða teg gjøgnum fyrstu venjingarnar, soleiðis at tú kennir teg trygga og fært eina góða byrjan. Eftir hetta venur tú sjálvstøðugt.

Hvat skal eg hava við mær til venjing?

Tá tú kemur til venjing, skalt tú hava innanduraskógvar og klæðir við, sum eru góð og løtt at røra seg í. Eisini er snilt at hava eitt handklæði við.

Hvat er kostnaðurin?

Tú mást tekna eitt limahald hjá BURN. Kostnaðurin er 199 kr. um mánaðin. Eitt stovningargjald á kr. 99 verður lagt afturat fyrsta gjaldinum.

Uppsøgn og avboð

Tú noyðist ikki at geva avboð.

Ynskir tú at siga haldið upp, skalt tú siga BURN frá áðrenn tann 15. í mánaðinum fyri.

Hevur tú spurningar til okkara?

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við móttøkuna í Heilsuhúsinum við at ringja á tel. 30 20 00 ella senda ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo.

Heilsuhúsið
Heilsuhúsið

Brekkutún 1, 188 Hoyvík

Les um Heilsu- og umsorganartænastuna

heilsuhusid@torshavn.fo

Tel. 30 20 00

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-15.30
Fríggjadag8-15.00