Lurta

Tilboð um fyribyrgjandi heimavitjan

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum borgarum yvir 75 ár eina fyribyrgjandi heimavitjan um árið. Vit kunnu tó víkja frá hesum, um tú sum borgari fær aðra tænastu frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Undir heimavitjanini kanst tú fáa ráð og vegleiðing um heilsu og fyribyrging og kunna teg um, hvørjir møguleikar og ítriv eru í tínum nærumhvørvi.



Fyribyrgjandi heimavitjanir
Hvat er ein fyribyrgjandi heimavitjan?

Ein fyribyrgjandi heimavitjan er ein vitjan og eitt prát millum teg og ein av okkara heilsuráðgevum úr Heilræði.

Heilræði er eitt toymi undir Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu. Okkara starvsfólk hava heilsufakliga útbúgving og royndir við at starvast við eldri fólki.

Heilsuráðgevin ringir til tín ella kemur heim til tín og bjóðar tær eitt prát um eldralívið. Samrøðan gevur tær møguleika fyri at hugsavna teg um eldratilveruna og at seta spurningar um tað, tú hugsar um.

Tað hevur týdning, at samrøðan er viðkomandi fyri teg, og tískil er tað tú, sum gert av, hvat vit tosa um. Samrøðan kann til dømis snúgva seg um viðurskifti, sum ávirka tína lívsstøðu og trivnað. Tað kann eisini vera um tína heilsu, tína likamligu- og sálarligu støðu, bústaðarviðurskiftini, fíggjarligu umstøðurnar, hvat gongur væl og minni væl ella um teir møguleikar og ítriv, sum eru í kommununi.

Samrøðan er í trúnaði, og heilsuráðgevin hevur tagnarskyldu. Vit miða eftir, at tað er sami persónur, sum vitjar teg hvørja ferð.

Nær havi eg møguleika fyri at fáa fyribyrgjandi heimavitjan?

Allir borgarar yvir 75 ár hava rætt til eina fyribyrgjandi heimavitjan um árið. Hetta er ásett í § 11 í Løgtingslógini um heimatænastu og eldrarøkt.

Hvussu kemur heimavitjanin í lag?

Tá tú hevur fylt 75 ár, ringir ein heilsuráðgevi í Heilræði til tín og bjóðar tær eina heimavitjan ella eitt telefonprát. Tú gert sjálv av, um tú ynskir at taka av tilboðnum um eina heimavitjan ella eitt prát.

Noyðist eg at hava ávísar trupulleikar fyri at fáa vitjan?

Nei. Øll fáa bjóðað eina árliga heimavitjan, tá tey eru fylt 75 ár. Tú gert sjálv av, hvat heimavitjanin skal snúgva seg um.

Endamálið við heimavitjanini er í stuttum at:

  • skapa tryggleika og trivnað
  • binda um heilan fingur, soleiðis at frísk fólk verða verandi frísk
  • smáir trupulleikar ikki gerast størri
  • upplýsa um tiltøk og stuðulsmøguleikar
  • fyribyrgja sjúku
  • hjálpa til at varðveita evnini at vera virkin
  • stimbra heilsu og virkisførleikar í framtíðini
Hvussu leingi varir vitjanin?

Vitjanin varir umleið ein tíma.

Nærri kunning og samband

Hevur tú spurningar, ella ynskir tú at avtala eina tíð til fyribyrgjandi heimavitjan, kanst tú venda tær til Heilræði við at ringja til móttøkuna í Heilsuhúsinum á tel. 30 20 00. Vit svara mánadag til hósdag kl. 8 – 15.30 og fríggjadag kl. 8 – 15.

Les meira um heimavitjan í faldara okkara her:

Heilræði - Fyribyrgjandi heimavitjan

Les meira um týdningin av kropsrørslu í faldara okkara her:

Heilræði - Týdningurin av kropsrørslu

Heilsuhúsið
Heilsuhúsið

Brekkutún 1, 188 Hoyvík

Les um Heilsu- og Umsorganartænastuna

heilsuhusid@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-15.30
Fríggjadag8-15