Venjing í Kollafirði
Ert tú fólkapensjonistur í Tórshavnar kommunu, og hevur tú hug at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða og stuttliga løtu saman við øðrum, kanst tú melda teg til venjingartilboðið í fimleikahøllini í Kollafjarðar skúla.
Venjingin er fyri fólkapensjónistar, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman.
Tú noyðist ikki at melda teg til. Tú skalt bara møta upp í fimleikahøllini í Kollafirði týsdag ella hósdag kl. 13.30 til 14.30.
Endamálið er at betra javnvágina og at økja tína styrki og konditión fyri at geva tær vælveru og lívsgleði og fyri at fyribyrgja lívsstílssjúkum og at detta.
Vit byrja við at hita upp. Síðan spæla vit ymisk spøl ella gera venjingar, har vit leggja dent á, at øll kunnu vera við.
Tú gert sjálv av, hvussu nógv tú leggur fyri, og tú hevur møguleika fyri at venja í samráði við venjaratoymi frá Heilsu- og umsorganartænastuni.
Vit venja týsdagar kl. 13.30 – 14.30 og hósdagar kl. 13.30 - 14.30 í fimleikahøllini í Kollafjarðar skúla.
Hvør venjing varir ein tíma.
Tú skalt hava innanduraskógvar og klæðir við, sum eru góð at røra seg í.
Mánaðarligi kostnaðurin er:
Brúkaragjøld – Heilsu- og umsorganartænastan
Tú rindar við bankaflyting. Peningin flytir tú á kontu 9181-2003688 ella á kontu 6460-2203423. Minst til at viðmerkja títt navn og at viðmerkja »Kollafj« (Kollafjørður).
Tú noyðist ikki at melda avboð, um tað ikki liggur fyri hjá tær at møta upp onkran dag.
Ynskir tú ikki at venja í fimleikahøllini í Kollafirði longur, kanst tú boða okkum frá til venjingina. Tú kanst eisini ringja til Heilsuhúsið á tel. 30 20 00 ella senda ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo. Tá tú meldar teg frá venjingini, steðgar tú við at rinda fyri venjingina.
Les meira um venjingartilboðið í Kollafirði fyri allar fólkapensjónistar í okkara faldara um venjing og samveru.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við móttøkuna í Heilsuhúsinum við at ringja á tel. 30 20 00 ella senda ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo.