Lurta

Skift lækna

Í Føroyum er ókeypis at skifta lækna. Læknaskiftingin er kortini treytað av, at aðrar læknaviðtalur hava opið fyri nýggjum borgarum.



Soleiðis skiftir tú lækna
Eg vil skifta lækna

Tað er ókeypis at skifta lækna í Føroyum. Ynskir tú at skifta lækna, skalt tú ringja til Heilsutrygd á tel. 61 40 00 ella senda ein teldupost til heilsutrygd@heilsutrygd.fo.

Læknaskiftingin er treytað av, at viðtalurnar hava opið fyri tilmelding. Tú kanst vitja læknayvirlitið á heimasíðuni hjá Heilsutrygd fyri at síggja, hvørjir læknar hava opið fyri nýggjum borgarum. Viðtalur, ið eru opnar fyri nýggjum borgarum, eru frámerktar “(Opin)”.

Kommunulæknar í Føroyum (heilsutrygd.fo)

Eg skal flyta millum føroyskar kommunur

Flytir tú millum kommunur, skalt tú minnast til at velja lækna.

Tá tú hevur boðað kommununi frá flyting, og flytingin er skrásett í fólkayvirlitinum, sendir Heilsutrygd tær eitt bræv um at velja lækna í nýggja læknadøminum.

Vel ein av læknunum í brævinum og send brævið aftur til Heilsutrygd.

Minst til, at tú skalt velja lækna innan tríggjar vikur, um tú sjálv vilt sleppa at velja lækna. Velur tú ikki lækna innan ásettu freistina, velur Heilsutrygd lækna fyri teg. Velur Heilsutrygd lækna fyri teg, fært tú eitt bræv sendandi við kunning um, hvønn lækna tú hevur fingið.

Boða frá flyting

Eg skal flyta til Føroya

Tá tú boðar frá flyting til eina føroyska kommunu úr útlondum, verður tín flyting skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Tá tú ert skrásett í Landsfólkayvirlitinum, sendir Heilsutrygd eitt bræv til tín nýggja bústað við áheitan um at velja lækna.

Minst til, at tú skalt velja lækna innan tríggjar vikur, um tú sjálv vilt sleppa at velja lækna. Velur tú ikki lækna innan ásettu freistina, velur Heilsutrygd lækna fyri teg. Velur Heilsutrygd lækna fyri teg, fært tú eitt bræv sendandi við kunning um, hvønn lækna tú hevur fingið.

Boða frá flyting