Lurta
Almenn hoyring

Almenna byggisamtyktin

Hoyringstíðarskeiðið er frá 26. juni 2020 til 21. august 2020.

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. juni 2020 uppskot um endurskoðan av almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.

Uppskotið um endurskoðanina fevnir í høvuðsheitum um hesi viðurskifti:

  • Endurskoðan í mun til Bygningskunngerðina 2017. Flestu ásetingarnar, sum standa í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, kap. 6-13 verða tiknar úr, og skulu ásetingarnar í Bygningskunngerðini 2017, kap. 3-8, nýtast ístaðin.
  • Endurskoðan av býarskipanini. Uml. 100 tillagingar og broytingar í býarskipanini (kortinum).
  • Endurskoðan av byggifyriskipandi ásetingunum. Broytingar av økjum, orðingum, uppsetan o.t.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um endurskoðan av almennu byggisamtyktini liggur frammi á torshavn.fo í Snarskivuni frá 26. juni 2020 til 21. august 2020.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 21. august 2020.

Endurskoðan av býarskipanini 17.06.2020 (PDF)