Almenn hoyring
Broyting av alm. byggisamtyktini og nýggj serst. byggisamtykt fyri Eirargarð

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. September 2025 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina og gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri part av matr. nr. 1000a og 1010u, Tórshavn í sambandi við ætlanir um at skipa íbúðarbygging í økinum.
Samtykt varð at:
- Broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 1000a, 1010u og em, Tórshavn frá D3 øki ætlað almennum stovnum, til A2 øki ætlað høgari bústaðabygging.
- Gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri Eirargarð, sum skipar bústaðabygging á parti av matr. nr. 1000a, Tórshavn.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini og gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri Eirargarð, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 26. november 2025 til 7. januar 2026.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. januar 2026.
- Broyting av almennu byggisamtyktini fyri matr. nr. 1000a, Tórshavn - áðrenn broyting
- Broyting av almennu byggisamtyktini fyri matr. nr. 1000a, Tórshavn - eftir broyting
- Serstøk byggisamtykt fyri Eirargarð
- Kunngerð