Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini fyri matr. nr. 132c, Kollafjørður
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 26. oktober 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 132c, Kollafjørður.
Uppskotið snýr seg um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 132c, Kollafjørður frá D1 – frílendi til C3 øki ætlað miðstaða- og bústaðabygging.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, sæst á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 30. oktober 2023 til 11. desember 2023.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 11. desember 2023.