Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini fyri matr. nr. 1354a, Tórshavn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 19. juni 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 1354a, frá A3 til A2.
Endamálið við byggisamtyktarbroytingini er broyta markið millum A2 og A3, soleiðis at A2 verður galdandi fyri alt økið, ið serstaka byggisamtyktin fyri Villingadalsvegin er galdandi fyri.
Tilfar, sum lýsir uppskotið, liggur frammi her á síðuni og í Snarskivuni frá 30. juni til 18. august 2026.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 18. august 2026.