Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini fyri matr. nr. 1435b, Tórshavn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 5. mai 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 1435b, Tórshavn. Uppskotið snýr seg um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 1435b, Tórshavn frá A1 øki, ætlað stakhúsabygging, til A4 øki, ið er ætlað til opna/lága bústaðabygging.
Opin/lág bústaðabygging er íbúðarbygging, sum í vavi er at sammeta við sethúsa- og tvíhúsabygging.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, liggur frammi her á síðuni og í Snarskivuni frá 7. mai 2026 til 18. juni 2026.
- Almenna byggisamtyktin – áðrenn broyting
- Almenna byggisamtyktin – eftir broyting
- Ásetingar fyri A4 – uppskot
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 18. juni 2026.