Lurta
Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini fyri matr. nr. 16 í Norðradali

Broyting av almennu byggisamtyktini fyri Norðradal juni 2023_mynd

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. juni 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 16, Norðradalur frá 4. grundumráði ætlað landbúnaði til B7 vinnuøki, ið er ætlað stórum vinnuvirkjum, verksmiðjum, goymslum og tílíkum.

Økið liggur uttangarðs, og verður sent friðingarmyndugleikanum til góðkenningar smb. §2 í lógini um náttúrufriðing.

Tilfarið, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, sæst á hesari síðuni og liggur frammi í Snarskivuni frá 26. juni 2023 til 28. august 2023.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 28. august 2023.