Lurta
Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini fyri matr. nr. 22a í Kaldbak

Almenn hoyring - broyting av byggisamtykt í Kaldbak

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 15. desember 2022 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 11a, 22a og 49a, Kaldbak.

Uppskotið snýr seg um at partar av matr. nr. 11a, 22a og 49a, Kaldbak verða broyttir frá D – miðstaðarøki til B – øki til almennar stovnar. Hetta í sambandi við ætlanir um at byggja høll og høli til frítíðarskúla og ungdómstilboð í økinum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av byggisamtyktini fyri Kaldbak, sært tú við at trýsta á leinkini niðanfyri. Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 20. desember 2022 til 7. februar 2023.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu
skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. februar 2023.