Lurta
Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini fyri matr. nr. 807g í Varðagøtu

Almenn hoyring - broyting av almennu byggisamtyktini fyri matr. nr. 807g við Varðagøtu

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 15. desember 2022 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 807g við Varðagøtu, Tórshavn.

Uppskotið snýr seg um at broyta matr. nr. 807g frá A1-bústaðarøki til D3-øki til almennar stovnar í sambandi við ætlanir um at byggja nýggja hádeild til Sankta Frans skúla.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, sært tú við at trýsta á leinkini niðanfyri. Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 20. desember 2022 til 7. februar 2023.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu
skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. februar 2023.