Lurta
Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini fyri øki framvið Villingadalsvegnum

Øki Framvið Villingardalsvegin Web

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. mars 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri øki framvið ovasta parti av Villingadalsvegnum. Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta:

• matr. nr. 1357b, 1356, 1355, 1354b og part av 1175a, Tórshavn, frá at vera A3, blandað bústaða- og miðstaðabygging, til A2, hús í fleiri hæddum til bústaðarendamál

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina sæst á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 27. oktober 2023 til 8. desember 2023.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 8. desember 2023.