Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini fyri øki við Krákugjógv

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 11. desember 2025 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matrikklarnar 1341f, 1341d, 1341e, 1341c, 1341b og 1341g í Tórshavn.
Uppskotið snýr seg um at broyta byggisamtyktina fyri matrikklarnar frá 4. grundumráði,
ið er ætlað landbúnaði, til A1-øki, ið er ætlað sethúsabygging.
Tilfarið, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, sært tú her:
- Galdandi almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu
- Almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu - eftir broyting
- Ásetingar fyri 4. grundumráði
- Ásetingar fyri A1-øki
Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 16. desember 2025 til 7. februar 2026.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. februar 2026.