Lurta
Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 139a, Hoyvík

Fyri Part Av Matr. Nr. 139A Web

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 14. desember 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 139a, Hoyvík, frá A3 øki til 4. grundumráði.

Uppskotið snýr seg um at broyta økið frá A3, blandað bústaðar- og miðstaðarbygging til 4. grundumráði, sum verður lagt til landbúnað og alment frílendi.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 5. januar 2024 til 16. februar 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast skrivliga til til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 16. februar 2024.