Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini fyri part av matrikkli 1344a í Havn

Broyting í almennu byggisamtyktini fyri part av matrikkli 1344a í Tórshavn mai 2026_mynd_ed

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 5. mai 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matrikkli nr. 1344a í Havn. Uppskotið snýr seg um at broyta byggisamtyktina frá 4. grundumráði, ið er ætlað landbúnaði, til A1-øki, ið er ætlað sethúsabygging. 

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtykini, sært tú her:

Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 12. mai 2026 til 23. juni 2026.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 23. juni 2026.