Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu

Broyting av almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu oktober 2025_mynd

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. oktober 2025 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matrikklarnar 703c, 703d, 704a, 705d, 705c, 705f, 705q, 705x, 707a, 707c, 708a, 712a, 712b, 712c, 713e, 713f, 714m og 714n í Tórshavn.

Uppskotið snýr seg um at broyta almennu byggisamtyktina fyri nevndu matrikklar frá D3-øki, ið er ætlað stórum almennum stovnum, til A1-sethúsaøki.

Tórshavnar kommuna er gjørd varug við, at ósamsvar er millum galdandi almennu byggisamtyktina og serstøku byggisamtykt nr. 7, ið er galdandi fyri matrikklarnar. Í almennu byggisamtyktini liggja matrikklarnir sum D3 øki, ið er øki ætlað almennum stovnum, og í serstøku byggisamtykt nr. 7 liggja matrikklarnir í A1-øki, sum er øki til sethús. Staðfestast kann, at veruliga nýtslan av ognunum er sum sethúsaøkið, og tískil er uppskot lagt fram um at broyta almennu byggisamtyktina fyri ognirnar, soleiðis at hesar verða lagdar undir ásetingarnar fyri A1-sethúsaøki.

Tilfar, ið lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, sært tú her:

Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 29. oktober 2025 til 10. desember 2025. 

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 10. desember 2025.