Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu juni 2025

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 24. apríl 2025 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu.

Uppskotið snýr seg um at broyta ásetingarnar í teimum økjum, har serstøk byggisamtykt verður kravd fyri útstykking og/ella bygging í økinum, soleiðis, at hendan ásetingin ikki er galdandi fyri sundurbýti og samanlegging av matrikklum, um so er at økið frammanundan er bygt, og um broytingin ikki viðførir stórvegis broytingar í nýtsluni av økinum.

Broytingin er fyri umráðispartarnar:

  • A2 (Høg bústaðarbygging), KAP II §6, Stk 2
  • A3 (Blandað bústaðarbygging), KAP II §7, Stk 5
  • C1 (Tøtt miðstaðarbygging), KAP II §15, Stk 2
  • C2 (Opin miðstaðarbygging), KAP II §16, Stk 2
  • C3 (Miðstaðar- og bústaðarbygging), KAP II §17, Stk 2
  • D2 (Ítróttarøki), KAP II §19, Stk 2
  • D3 (Almennir stovnar), KAP II §20, Stk 2
  • E (Neystasøki), KAP II §21, Stk 2
  • F (Frítíðarøki), KAP II § 22 Stk 2

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 20. juni til 29. august 2025.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 29. august 2025.