Lurta
Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini matr. nr. 1156, 1157 og 1160a, Tórshavn

Mynd Av Økinum 1200Px

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. februar 2024 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 1156 og part av matr. nr. 1157 og 1160a, Tórshavn, frá D1 og 4. grundumráði til D2, treytað av loyvum frá friðingarmyndugleikum.

Føroya Ríðingarfelag hevur sent umsókn um nýggja kappríðingarbreyt í Havnadali, soleiðis at umstøðurnar gerast betri og ríðingarvirksemið verður savnað.

Uppskotið um nýggja breyt gongur í leinging av verandi breytum, og fer tvørturum um Tvørá, umframt partar av matrikul 1156, 1156 og Flatnahaga (matr.nr. 1160). Sambært uppskotinum leggjast umleið 70.000 fermetrar av D2 øki, ætlað ítrótt og tænastuvirksemi, afturat verandi øki D2, soleiðis at galdandi almenna byggisamtyktin samsvarar við verandi og ætlaða virkseminum í økinum.

Broytingaruppskotið liggur frammi her á síðuni og í Snarskivuni frá 7. mars 2024 til 18. apríl 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 18. apríl 2024.