Lurta
Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini matr. nr. 13a, Norðradalur

Norðradalur 800X450 Px

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. mars 2024 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 13b, Norðradalur og part av matr. nr. 13a, Norðradalur.

Uppskotið snýr seg um at A1-bústaðarøki verður broytt til 4. grundumráði, ætlað landbúnaði, soleiðis at galdandi byggisamtykt er í samsvari við verandi og ætlaða virksemið í økinum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 3. apríl 2024 til 15. mai 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 15. mai 2024.