Lurta
Almenn hoyring

Broyting av almennu byggisamtyktini matr. nr. 313a og 107a, Kollafjørður

Kollafjørður

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. januar 2024 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 313a og 107a, Kollafjørður.

Uppskotið snýr seg um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 313a frá D3 øki, ætlað almennum stovnum, til A1-bústaðarøki og 4. grundumráði (landbúnað). Byggisamtyktin fyri part av matr. nr. 107a verður broytt frá D1-frílendi til A1-bústaðarøki.

Uppskotið er í samband við skipan og menning av miðstaðarøkinum við Sjógv, har ætlanin er, at økið sunnanfyri ánna verður lagt til menning av blandaðari bústaðarbygging. Harafturat er endamálið við uppskotinum, at nýbygging varðveitir hóskandi frástøðu til D1-frílendi við sermerktu morenuheyggjunum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 20. mars 2024 til 1. mai 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 1. mai 2024.